Spurningar og svar
Trýst her fyri at senda okkum ein spurning
Eg eri tænastumaður og verði 63 ár. Havi verið í starvi síðan 1976 og kundi sostatt, fyri aldur, starvast í fýra ár afturat, men, satt at siga, so havi eg nú í seinastuni álvarsliga umhugsað at lagt frá mær. Eg orki snøgt sagt ikki longur. Nú er tað so, at allir møguligir spurningar stinga seg upp í huganum: Hvagar skal eg venda mær, hvar skal eg byrja, til tess at fáa greiðu á, hvar eg standi løgfrøðiliga (eftirlønarár og hvørt av sínum), hvat havi eg rætt til, og kunnu útrokningar fáast til vega, frá nú av og fýra ár fram, so finnast kann útav, hvat eg havi eftir um mánaðin eftir skatt, og annars nær er mest skilagott "lukrativt" fyri meg at stinga í sekkin. Vinaligast ráðgev mær og leið meg gjøgnum lógar-"frumskógin", so eg ikki taki nøkur óráð fyri við at fara frá í óðum verkum.
Svar:
Tað er altíð eitt stórt stig at fara úr starvi eftir eitt langt arbeiðslív, men tú ert komin í tann aldurin, har flestu tænastumenn gevast. Seinastu eftirlønarárini geva ikki so nógv sum tey fyrstu, so í nógvum førum eiga tænastumannasettir lærarar at umhugsa, um tað loysir seg at halda fram í starvinum, bert fyri at vinna seinastu krónurnar í eftirlønini.
Føroya Gjaldstova hevur í dag allar útrokningar av tænastumannaeftirlønum. Lærarafelagið vil fegin, um tú sendir okkum ein teldupost við umbønini, fáa eftirlønarár og útrokning til vega frá Gjaldstovuni. Teldupostadressan er: lararafelag@lararafelag.fo
Tú hevur verið í starvi síðan 1976, og sambært hesum hevur tú fullan eftirlønaraldur, sum er 37 ár. Ongin mótrokning er í tænastumannaeftirlønini, um tú hevur fylt 64 ár við fráferð. Lærari, sum fer úr starvi 64 ára gamal og hevur 37 ára eftirlønaraldur, fær 60% av endalønini+serliga viðbót, sum er millum kr. 2471 og kr. 3085 um mánaðin. Tá farið verður úr tænastumannastarvi skal ansast eftir, at innvunnin frítíð fyri seinasta skúlaárið skal takast, áðrenn formliga fráfaringardagin. Uppsagnarfreistin hjá tænastumonnum er 3 mánaðir, og uppsagnarskrivið skal sendast Mentamálaráðnum innan nevndu freist og stílast til landsstýrismannin í mentamálum.
Annars er tað, sum áður nevnt, skilabest at tosa við Lærarafelagið nakrar mánaðir áðrenn fráfaringardagin.
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
30. september 2015
Sum kunnugt arbeiðir politiska valdið í hesum døgum við uppskoti til eina nýggja eftirlønarskipan. Útmeldingarnar higartil hava, milt sagt, verið ræðandi. Her verður sjálvsagt hugsað um ætlaðu avtøkurnar av "fólkapensiónini" og "samhaldsfasta" hjá m.a. tænastumannasettum lærarum. Sæð í ljósinum av døpru framtíðarútlitunum, tá um eftirlønarskipan ræður, kundi eg hugsað mær at fingið svar upp á fylgjandi spurning: Velji eg at fara frá nú, við galdandi lóggávu á økinum sum grundarlag, "fangar so borðið", soleiðis at skilja: verði eg leysur av einari nýggjari, og eftir øllum at døma, fyri mítt viðkomandi, vánaligari eftirlønarskipan? Hvat vil løgfrøðingurin annars ráða mær til at gera? Hvussu verður U67 viðbótin annars ásett/útroknað?
Svar:
Hetta eru viðkomandi spurningar, nú vit javnan hoyra um ætlaðar broytingar av eftirlønarskipanini og almennu pensjónunum. Tað ber ikki til í dag at svara spurningunum nágreinliga, tí politiska viðgerðin er ikki komin so langt ávegis, at tað kann hómast, hvussu endaliga úrslitið verður. Tó kunnu vit gera nakrar viðmerkingar.
Okkum vitandi eru ongar ítøkiligar ætlanir um at broyta tænastumannaeftirlønarlógina og samhaldsfasta. Grundarlagið undir tænastumannaeftirlønini er, at tænastumaður hevur vunnið sær ein ávísan prosentpart av endalønini, útroknað eftir talinum av arbeiðsárum. Hetta eru innvunnin rættindi, sum myndugleikar vanliga ikki nerta við. Tí “fangar borðið” viðvíkjandi grundupphæddini í tænastumannaeftirlønini. Tað er at meta sum ognartøka um myndugleikar minka um innvunnin rættindi afturlítandi. Hinvegin kunnu broytingar verða gjørdar fram í tíðina, m.a. kunnu mótrokningarprosentini í samband við fráferð, áðrenn 67 ára aldur, verða broytt við lóg ella avtalu. Hetta kann í ávísan mun minka um útgjaldið. Viðmerkjast skal, at Lærarafelagið í løtuni onki kennir til tílíkar ætlanir.
Hinvegin eru ætlanir nú aftur frammi um at broyta fólkapensjónina, soleiðis at grundupphæddin fellur burtur, og mótrokning verður gjørd í fólkapensjónini, sum tá bert kemur at hava eina samlaða grundupphædd. Um hetta uppskotið vinnur frama, merkir tað, at eftirløntir tænastumenn fáa lægri ella onki útgjald av fólkapensjónini í framtíðini. Fyri nøkrum árum síðani hevði politiski pensjónsfylgibólkurin uppskot um, at grundupphæddin hjá hesum bólki skuldi minka yvir eitt longri tíðarskeið tíðarskeið, td. 10 ár, men hetta uppskotið er síðan lagt til viks. Ongin politisk semja tykist at hómast enn, tí er tað ómøguligt at siga, hvat fer at henda á økinum. Val er í hesum árinum, og vanliga plaga politikkarar at vera varnir við at leggja umstrídd uppskot fram í valárinum.
Samanumtikið kunnu vit siga um spurningarnar.
Tú hevur vunnið ávís rættindi sum tænastumaður. Hesi rættindi verða neyvan broytt afturlítandi í sambandi við nýggja pensjónsskipan. Hinvegin eru ætlanir frammi um at broyta fólkapensjónina, soleiðis at grundupphæddin fellur burtur. Ongar ítøkiligar ætlanir hava verið frammi um at broyta samhaldsfasta.
Lærarafelagið kann ikki ráða tær, um tú skalt fara úr starvi nú ella seinni. Heilt einfalt, tí vit vita ikki, hvat fer at henda í pensjónsmálinum. Okkara fatan er tó, at tað verða neyvan gjørdar nakrar kollveltandi broytingar beint nú.
U 67 viðbótin var upprunaliga útroknað soleiðis: grundupphæddin í fólkapensjónini falda við eftirlønarárum dividera við 37. Hetta er eisini leisturin í dag, men í ávísan mun eru smærri tillagingar gjørdar.
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
29. januar 2015
Eg var lærari í Føroyum - tænastumaður - frá 1986-1991 og so aftur 1993-1994. Havi verið búsitandi í Danmark síðani 1994. Hvussu er við mínari peansjón ella eftirlønaraldri? Eg haldi tað kallast uppsett pensjón. Hvar kann ein finna uplýsningar um tílíkt?
Svar:
Tú hevur rætt til útsetta eftirløn. Av tí at tú ert farin úr tænastumannastarvinum áðrenn 1997, hevur tú rætt til útsetta eftirløn eftir donskum reglum frá 60 ára aldri. Eftir føroyskum reglum fellur útsett eftirløn ikki til gjaldingar fyrr enn eftir 67 ára aldur.
Sambært tínum upplýsingum hevur tú 6 eftirlønarár. Hesi fyrstu eftirlønarárini geva lutvíst mest í eftirløn. Tú eigur sum skjótast at venda tær til Føroya Gjaldstovu og biðja um eitt yvirlit yvir tíni tænastumannaeftirlønarár og eina útrokning av eftirlønini. Um so er, at tú ert yvir 60 ár, eigur tú at fáa hana útgoldna beinanvegin.
Vinaliga
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
19. desember 2014
Í rundskrivi dagf. 12.12.2008 frá Lønardeildini "Rundskriv um eftirlønargjald, tá ið fólk starvast eftir 67 ára aldur" verður sagt í 4. petti: "Tey, sum arbeiða niðursetta tíð, men fáa eftirlønargjald sum var starvstíðin ikki sett niður, kunnu ...". Mínir spurningar eru: 1. Veit fakfelagið um limir, sum fáa fult eftirlønargjald, hóast teir arbeiða niðursetta tíð? 2. Er henda regla galdandi fyri fólk, sum vegna sjúku eru noydd at arbeiða niðursetta tíð?
1. Lærarar undir 67 ár í føstum starvi kunnu fáa niðursetta tíð vegna sjúku eftir umsókn til Mentamálaráðið og við átekning av landslæknanum. Fyri at fáa niðurskurð í arbeiðstíðini skal talan vera um álvarsligar heilsutrupulleikar. Í tílíkum føri fær lærari fulla løn og fult eftirlønargjald, hóast viðkomandi arbeiðir niðursetta tíð. Talan er um eitt umsóknarmál, har avgerðin er grundað á læknaligar metingar.
2. Rundskrivið frá 12. desember 2008 er bert galdandi fyri fólk yvir 67 ár. Tey fáa ikki fult eftirlønargjald í sambandi við niðursetta tíð.
Vinarliga
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
5. mars 2014
Eg eri 75 ár og eftirløntur tænastumaður. Eg fái kr. 13.687 um mánaðin í eftirløn. Mín spurningur er, hvussu nógv fer konan at fáa eftir meg?
Svar:
Hjúnafelagseftirlønin er 74% av egineftirlønini hjá tænastumanninum. Hetta merkir, at konan fær kr. 10.128,38 um mánaðin, um tú fellur frá.
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
20. august 2012
Havi fylt 60 ár og havi í hyggju at gevast at arbeiða, tá skúlaárið 2011/2012 er liðugt. Eftir at hava lisið tænastumannalógina haldi eg meg hava skilt, at eg 3 mánaðar frammanundan skal søkja Mentamálaráðið um at verða loyst úr starvi. Er tað rætt skilt?
Svar:
Jú, tað er rætt skilt. Sambært § 24 kann tænastumaður krevja at verða loystur úr starvi við 3 mánaða fráboðan til mánaða útgang. Tað er vert at leggja dent á, at bert heil eftirlønarár telja við í eftirlønarútrokningini, og tað er tí skilagott at fáa yvirlit yvir eftirlønarárini, áðrenn sagt verður upp. Í nøkrum førum er betri at bíða nakrar mánaðir longur enn ætlað fyri at fáa eftirlønina eitt vet hægri. Lærarafelagið kann vera til hjálpar við vegleiðing.
Vinaliga
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
26. januar 2012
Hey Poul! Bert ein fyrispurningur, hvussu er støðan hjá konuni - um 'så fremt i fald', altso við deyða. Eg eri 68 og fylli 69 1. nov. Eri útbúgvin í 1967. Fór frá eftir 35 ára starvsaldur. Fái nú í lærarapensión: kr. 16.902,68 kr. um mánaðin. Kona mín er 69 ár og fyllir 70 3. nov í ár. Hvussu nógva pensión fær hon, um eg skuldi farið herfrá? Vinarliga og gott nýggjár
Svar:
Hjúnafelagaeftirlønin eftir tænastumann er 74 % av egineftirlønini hjá tænastumanni. Hetta merkir í tínum føri, at eftirsitandi hjúnafelagi, ’så fremt så fald’, fær 74% av kr. 16.902,68 = kr 12.507,98.
Hav tað annars gott.
Vinarliga
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
18. januar 2012
Eg eri ein av teimum mongu lærarunum, sum arbeiddi í 80-unum og 90-unum uttan at fáa fast starv. Eg var sett sum vikarur í 6 fylgjandi ár frá 1986 til 1992. Eingin eftirløn var inngoldin á mína kontu hesi árini, men eg havi fingið eina uppgerð við eftirlønarárum frá Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum. Hvørji eftirlønarrættindi havi eg við hesum eftirlønarárum? Í mínum føri eru eftirlønarárini tald upp til at vera 5, 993 ár. Tey verða síðan avrundað til 5 eftirlønarár. Eg haldi, at tað líkist ongum at avrunda niður til 5 í staðin fyri til 6. Er hetta í lagi?
Svar:
Sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Lærarafelagið fáa vikarar, tímalønt o.o eftirlønarrætt fyri árini frá 1981 til 1997. Á sama hátt sum hjá tænastumonnum er hesin eftirlønarrættur grundaður á talið av starvsárum. Tá eftirlønin skal roknast út, telja fyrstu 10 árini við 2,5 % av endalønini um árið, og avrundað verður altíð niður eftir til heil ár. Tú eigur 5, 9934 eftirlønarár, sum verða avrundað niður til 5 ár. Hvørt ár telur 2,5% ella tilsamans 12,5% av endalønini. Fyri hesi 5 árini verður tín eftirløn 12,5% ella uml. kr 3.750 um mánaðin.
Tað er vanligt at runda eftirlønarárini niður í sambandi við tænastumannaeftirlønir, men tá tølini eru so nær við heilt tal, sum í tínum føri, er tað ivasamt um hetta er í lagi. Lærarafelagið hevur í nøkrum førum heitt á Lønardeildina um at viðgera málini av nýggjum og hevur í fleiri førum fingið viðhald. Grundgevingarnar í tílíkum førum eru, at lærarar ikki hava lagt til merkis niðurskurðin á lønarseðlinum og at formliga starvssetanin hjá viðkomandi var full tíð. Tínir møguleikar eru eftir upplýsingunum at døma góðir fyri at fáa eitt eftirlønarár afturat. Einki fast mark er ásett fyri, hvussu stórur brøkurin skal vera fyri at verða góðkendur sum eitt eftirlønarár, og tí verða málini viðgjørd hvørt sær. Tú ert vælkomin at venda tær til felagið fyri at fáa eina meting av tínum máli.
Poul Nolsøe. Løgfrøðingur
8. juni 2011
Eg eri tænastumaður og havi verið lærari í 25 ár. Eg havi nú fingið eitt annað starv í privatu vinnuni, og tað dámar mær sera væl. Inntøkan er eisini væl hægri. Eg havi havt farloyvi úr tænastumannastarvinum seinastu tvey árini, men nú sigur skúlastjórin, at ongir møguleikar eru at fáa farloyvi eitt ár afturat. Eg havi hug at siga tænastumannastarvið frá mær, men nú havi eg frætt, at eg missi eftirlønarrætt, um eg fari úr starvi. Er hetta so? Eg eri 54 ára gamal.
Svar:
Jú, tað er rætt. Tú missir møguleikan at fáa tænastumannaeftirløn í aldrinum frá 60 ár til 67 ár. Um tú fert úr starvi, áðrenn tú fyllir 60 ár, kemur tú undir reglurnar um útsetta eftirløn. Sambært galdandi tænastumannaeftirlønarlóg fæst útsett eftirløn ikki fyrr enn frá 67 ára aldri. Tænastumenn í starvi kunnu annars velja at fara frá við eftirløn frá 60 ára aldri við lønarniðurskurði vegna aldur. Sambært undantaksreglu í lógini kann útsett eftirløn tó verða útgoldin, um tú fært rætt til fyritíðarpensjón frá Almannastovuni.
Tú eigur at hugsa teg væl um, áðrenn tú sigur teg úr tænastumannastarvinum. Tú missir møguleikan at fara frá við eftirløn í aldrinum frá 60 ár til 67 ár, og sjálvt um tú kanska ikki ætlar tær frá í hesum aldri nú, so kunnu viðurskiftini broytast. Bara tað at hava møguleika at fara úr starvi við eftirløn gevur fólki eina trygdarkenslu, sum hevur týdning í tí dagliga lívinum hjá tí einstaka í hesum aldursbólki, tá aldurin hevur við sær, at tryggleiki verður settur í hásæti. Mín meting er, at tú eigur at tosa við skúlastjóran aftur og greiða honum frá støðuni og síðan søkja um farloyvi eitt ár afturat. Tú hevur møguleika at kæra eina avgerð, sum ikki gongur tær á møti.
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
18. mai 2011
Hvussu stór er læraraeftirlønin, sum makin hjá mær fær, um eg doyggi áðrenn hon?
Svar:
Hjúnafelagaeftirlønin er 74% av eftirlønini hjá tær. Eftirsitandi hjúnafelagar undir 67 ár fáa eisini eina sonevnda U-67 viðbót, sum er 1/37 av grundupphæddini í fólkapensjónini fyri hvørt eftirlønarár, sum tænastumaðurin hevur. Tað er ikki møguligt at rokna eftirlønina hjá tínum maka við verandi upplýsingum. Fyri at rokna eftirlønina út er neyðugt at hava lønarflokking, aldur á tænastumanni og maka, eftirlønarár og deyðadag. Tú kanst altíð venda tær til felagið við hesum upplýsingum og fáa eftirlønina roknaða út.
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
13. apríl 2011
Eg eri 59 ár og arbeiði sum lærari. Eg eri sáttmálasett, men havi verið tænastumaður fyri nógvum árum síðan. Eg havi eisini arbeitt nøkur ár í Danmark, stutt eftir at eg var komin út av Læraraskúlanum. Eg ætli at gevast við arbeiðinum nú eg fylli 60 ár, tí heilsan bilar, og eg orki ikki so væl at fáast við børn longur. Hvaðani kann eg fáa upplýsingar um míni pensjónsviðurskifti?
Svar:
Tín pensjón er sett saman av trimum ymiskum pensjónum frá trimum ymiskum myndugleikum/feløgum.
Í fyrsta lagi hevur tú rætt til føroyska tænastumannapensjón eftir donskum reglum fyri tey fyrstu starvsárini. Tú kanst sambært donsku reglunum fáa hesa pensjónina frá 60 ára aldri, men tá er niðurskurðurin rættiliga stórur, tí tú fert frá sum 60 ára gomul. Tú fært upplýsingar um hesa pensjónina frá Lønarstovuni í Føroya Gjaldstovu.
Í øðrum lagi hevur tú helst rætt til danska pensjón, men tað sæst ikki av upplýsingunum, hvussu tín setan hevur verið hetta tíðarskeiðið. Tú eigur at venda tær til gomlu heimstaðarkommununa ella til fakfelagið í Danmark.
Í triðja lagi skalt tú venda tær tryggingarfelagið LÍV og/ ella Betri Pensjón fyri at fáa upplýsingar um seinasta tíðarskeiðið fram til d.d..
Lærarafelagið hjálpir tær í møguligum ivaspurningum.
Poul Nolsøe. løgfrøðingur
17. oktober 2012
Eg gavst í 2001 eftir 25 ár sum lærari. Eg var tænastumaður, men fór í annað starv uttanfyri fólkaskúlan. Eg fylli 62 ár í summar og kundi hugsað mær at farið frá við eftirløn. Kann eg fáa mína tænastumannapensjón útgoldna?
Svar:
Tá tænastumaður fer úr starvi áðrenn 60 ára aldur, missir hann rættin til at fáa útgoldið eftirløn í tíðarskeiðinum frá 60 til 67 ára aldur. Hann kemur undir reglurnar um útsetta eftirløn sambært kapittul 7 í Tænastumannaeftirlønarlógini, sum ásetur 67 ára aldursmark. Tú kanst fáa tænastumannaeftirløn, tá tú verður 67 ár. Er talan um óarbeiðsføri, er møguleiki fyri at fáa útgoldið tænastumannaeftirløn áðrenn 67 ára aldur. Vend tær til Lærarafelagið, um talan er um óarbeiðsføri. Tænastumannasett eiga at hugsa seg væl um, áðrenn tey siga seg úr einum tænastumannastarvi, tí møguleikarnir fyri at fáa eftirløn frá 60 ára aldri fara samstundis fyri skeyti. Skoytast skal uppí, at tænastumenn, sum fóru úr starvi áðrenn 1. juli 1997, verða viðgjørdir eftir donskum reglum, og har eru víðkaðir møguleikar fyri at fáa eftirløn frá 60 ára aldri.
Vinarliga
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
30. mars 2011
Eg fái hjúnafelagaeftirløn eftir fyrrverandi mann mín, sum var tænastumaður. Fari at giftast øðrum manni. Hann sigur, at eg missi hjúnafelagatænastumannaeftirlønina, um eg gifti meg uppaftur. Er tað rætt?
Svar:
Nei, tað er ikki rætt. Tað er ikki ásett í tænastumannaeftirlønarlógini, at tú missir hjúnafelagaeftirlønina, um tú giftir teg av nýggjum. Nú sæst ikki av spurninginum, um komandi maður tín eisini er tænastumaður. Um hann hevur rætt til tænastumannaeftirløn og hann doyr áðrenn tú, hevur tú einans rætt til ta einu hjúnafelagaeftirlønina, og tað er sjálvsagt tann hægra eftirlønin.
Vinarliga
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
16. mars 2011
Eg eri 65 ára gomul og ætli mær frá við eftirløn komandi ár. Eg havi ongantíð kannað míni eftirlønarviðurskifti, men veit, at mín eftirløn er sett saman av fleiri eftirlønum. Eg var liðug á Læraraskúlanum í 1972 og arbeiddi fyrstu tvey árini sum vikarur í fólkaskúlanum í Føroyum, men fór síðan til Danmarkar í 1975 og arbeiddi í einum donskum fólkaskúla í Jyllandi í 7 ár. Eg var tá sett sum danskur tænastumaður. Eg kom aftur til Føroyar í 1982, men fór ikki til arbeiðis aftur fyrr enn í august 1983 sum árvikarur. Eg var í starvi í 5 ár sum árvikarur, var so 2 ár heima og var aftur í skúlan frá 1990 til 1998 sum árvikarur. Í 1998 var eg sett í fast starv sum sáttmálasett og havi nú arbeitt í næstan 14 ár sum sáttmálasett. Eg ætli mær úr starvi komandi skúlaár. Eg eri fødd 8. august 1947. Hvussu eru míni eftirlønarviðurskifti, hvat kann eg fáa í eftirløn?
Svar:
Fyri at fáa yvirlit yvir eftirlønina er best at býta eftirlønartíðina upp í tey tíðarskeið, sum tú vísir á í spurninginum. Tað er ikki møguligt at rokna út, hvussu nógv tú fært í eftirløn, tí tað er neyðugt við fleiri upplýsingum.
1972-74 Hesi árini geva onga eftirløn, tí ongin eftirlønarskipan var fyri vikarar í hesum tíðarskeiðinum.
1975-82 Sum tænastumannasettur lærari hevur tú rætt til danska tænastumannaeftirløn fyri hesi árini. Danska eftirlønin kann fella til gjaldingar frá 60 ára aldri. Tú kanst venda tær til gomlu heimstaðarkommununa í Danmark fyri at fáa nærri upplýsingar um hetta tíðarskeiðið.
1983-88 og frá 1990-98 hevur tú rætt til tænastumannalíknandi eftirløn sambært avtalu millum Lærarafelagið og Fíggjarmálaráðið. Her eigur tú at venda tær til Lønarstovuna hjá Føroya Gjaldstovu møguliga umvegis Føroya Lærarafelag. Henda pensjónin kann útgjaldast frá 67 ára aldri.
1998 til d.d. hevur tú inngoldið eftirlønargjald til LÍV og Betri Pensjón. Her eigur tú at venda tær til tryggingarfeløgini.
Viðmerkjast skal, at tín eftirløn fer at koma frá trimum ymiskum støðum, og at føroyski parturin ikki fellur til gjaldingar fyrr enn tú ert 67 ár. Hetta kann gerast ein trupulleiki, og tí er best, at tú vendir tær til Lærarafelagið fyri at vit saman við tær kunnu kanna, hvørjir møguleikar eru.
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
24. oktober
Fær eftirløntur lærari frítíðarpening(1,5%) av eftirlønini? Eg haldi, at eg havi bert havi fingið av tímalæraralønini.
Svar:
Sambært Løgtingslóg nr. 30 frá 7. apríl 1986 við seinni broytingum fáa løntakarar í almennum ella privatum starvi frítíðarløn. Eftirlønt eru ikki í starvi og fáa tí ikki 1, 5 % í frítíðarískoyti av eftirlønini. Tey hava rætt til frítíðarískoyti av vanligari lønarinntøku.
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
10. mai 2012
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan