1. Sáttmálalaskeið og lønarhækkingar
Verandi sáttmáli og høvuðsavtala verða endurnýggjað frá 1. oktober í 2022 til tann 1. oktober í 2025.
2. Broytingar í flokkingaravtaluni
§ 6. Verður soljóðandi:
Skúlastjórastørv verða skipað í øllum skúlum.
Stk. 2. Skúlastjórastørv verða flokkað soleiðis:
Næmingar Flokking
0-30 33-1
31-90 34-1
91-249 35-1(Skúlar við framhaldsdeild (8.– 10. flokk), hóast lægri næmingatal)
250-399 36-1
400-499 37-1
500-599 38-1
600-699 39-1
700-899 40-1
§ 9 verður soljóðandi:
Serráðgevar, ritstjórar, ráðgevar í NÁM (við setanarbroti 0,4 og hægri í Námi)
30-3
32-2
Allar broytingar í flokkingaravtaluni eru galdandi frá 1. oktober 2024.
3. Viðbøtur
Ein nýggj skipan við viðbótum fyri eftirútbúgvingar verður sett í verk. Viðbótin er grundað á ECTS stig og er flokkað í lønarflokki 29.2 stig 29.
ECTS % Flokking
06 –19 3 av 29.2 – stig 29
20 –39 5 av 29.2 – stig 29
40 –59 7 av 29.2 – stig 29
60 – 119 9 av 29.2 – stig 29
Skipanin fevnir um eftirútbúgvingar sum lesivegleiðari, orðblindalærari, støddfrøðivegleiðari, serlærari, skúlabókavørður, kt-vørður og skúlavegleiðari. Viðbótin verður latin í mun til tey ECTS stig, sum eftirútbúgvingin hevur og í mun til tíðarnýtsluna sum lærarin er t.d. lesivegleiðari.
Viðbøturnar eru ikki eftirlønargevandi.
Skipanin verður sett í verk 1. august 2024.
4. Álitisfólkaskipanin
Álitisfólkaskipanin verður dagførd í mun til Gula Skúla, sum fær sítt egna álitisfólk og í mun til skúlan í Fámjin, sum verður fluttur úr Vágs skúla til Tvøroyrar skúla.
5. Nýggj orðing um KT-vørðir:
Neyðug tíð verður sett av til økið eftir sama leisti sum fyri Førleikastovur. Játtanin er til undirvísing og fyrisiting.
6. § 8 Barnferð – dagføring
Stk. 2 verður tillagað til:
Lærari, ið er við barn, hevur rætt til barsilsfarloyvi av viðgongu og barnsburði. Tá ið 4 vikur eru eftir til metta føðing, kann lærari fara úr arbeiði við løn fram til føðing. Eftir føðing fær lærari farloyvi við løn í 24 vikur. Barsilsfarloyvið við løn kann soleiðis verða bæði styttri og longri enn 28 vikur tilsamans, men eftir føðing eru altíð 24 vikur við løn.
stk. 3 verður tillagað:
Teksturin: “Samlaða barsilsfarloyvi við løn er framvegis 28 vikur” verður strikað.
Stk. 5 verður tillagað til:
Frá 14. viku eftir føðing kunnu foreldrini býta rættin til barsilsfarloyvi við løn ímillum sín. Hesar 10 vikurnar vikurnar kunnu liggja innan fyri alt farloyvistíðarskeiðið eftir 14. viku. Hetta er galdandi fyri børn fødd 1. oktober 2024 og seinni.
7. Fundarsamsýning:
Vanlig fundarsamsýning verður veitt lærara, sum luttekur á fundum við aðrar almennar myndugleikar uttan fyri skemaløgdu arbeiðstíð.
8. Dagføringar
Sáttmálin, avtalur og lønartalvur eru dagførd í mun til hesa semjuna.
Føst størv og fulltíðarstørv
Avtalað er, at partarnir seta seg saman at gera neyðugar tillagingar til skúlaárið 2024/25, so fleiri lærarar verða settir í fast starv og at vikarar fáa fasta setan.
Skjøl og frágreiðingar
Avtalað er, at partarnir seta seg saman, at gera mannagongdir til skúlaárið 2024/25, so lærarar fáa gjald fyri at fylla út útgreiningarskjøl og skriva frágreiðingar um næmingar til Barna- og Ungdómspsykiatriina, Sernám, Barnaverndartænustana o.a.
Mentorskipan fyri nýsettar skúlaleiðarar
Fyri at stuðla og vegleiða nýsettum skúlaleiðararum fyrsta árið í starvið, verður skipan við mentorstjóra gjørd. Undirvísingarstýrið varðar av og samskipar mentorskipanina.
Arbeiðstíðin hjá fólkaskúlalærarum
Partarnir eru samdir um at skipa arbeiðsbólk at endurskoða avtaluna “Arbeiðstíðin hjá fólkaskúlalærarum” frá mars í 2016.
Partarnir velja hvør sínar tveir limir í arbeiðsbólkin umframt atknýtt fólk til ymiskar uppgávur.
Arbeiðsbólkurin orðar endamál, arbeiðsbýti, arbeiðsskipan o.a.
Miða verður ímóti, at arbeiðið um nýggja arbeiðstíðaravtalu skal vera liðugt til skúlaárið 2026/27.
Partarnir fíggja sjálvir avvarðandi limir í arbeiðsbólkinum.
Tinganes 8. desember 2023
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan