Felagið

FLE

FLE - Føroya Lærarafelag fyri eftirløntar lærarar

Felagið varð stovnað 26. september 2009.

Endamáliðið hjá felagnum er at virka fyri áhugamálum hjá eftirløntum lærarum og at ráðgeva Føroya Lærarafelag í málum viðvíkjandi eftirløntum lærarum, skipa fyri mentanaðar tiltøkum og líknandi.

 

Nevndin:

Jane Hoydal, forkvinna

Gunvør Joensen

Amalia Poulsen

(dagført 15. septembur 2022)

 

Fyri at gerast limur í FLE má lærari vera eftirløntur. Eftirløntir lærarar hava rætt at taka lut á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag.

 

Viðtøkur fyri Føroya Lærarafelag Eftirlønt, FLE
 
§ 1
        Føroya Lærarafelag Eftirlønt, FLE, er felag fyri limir í Føroya Lærarafelag, ið eru farnir úr starvi við eftirløn. Skrivstova felagsins er skrivstova Føroya Lærarafelags.
 
§ 2
        FLE skal virka fyri menning av limunum og áhugamálum teirra.
 
§ 3
        Limagjaldið verður sambært viðtøkum Føroya Lærarafelags ásett á aðalfundi Føroya Lærarafelags.
 
§ 4
        Valdir verða 5 limir og 2 tiltakslimir til starvsnevndina hjá FLE. Nevndarval verður á limafundi í apríl, soleiðis at 2 limir standa fyri vali ómakað ár og 3 limir makað ár.

Stk 2. Stillað verður upp á fundinum. Í minsta lagi 7 fólk skulu á uppstillingarlistan.

Stk 3. Á valseðilin verða í mesta lagi skrivað nøvnini á fimm av teimum uppstillaðu.

Stk 4. Tey, ið fáa 6. og 7. flestar atkvøður, eru tiltakslimir.

Stk 5. Valbær eru og valrætt hava eftirløntir limir í Føroya Lærarafelag.

 
§ 5
        Nevndin skipar seg við formanni og skrivara.
 
§ 6
        Føroya Lærarafelag umsitur fíggjarviðurskiftini.
 
§ 7
        Starvsnevndirnar í FLE og FL avtala fígging av tiltøkum, sum FLE stendur fyri.
 
§ 8
        FLE kann skipa fyri tiltøkum fyri eftirlønt, t.d. skeið, veitslur, útferðir, ferðir o.a.
 
§ 9
        FL kann veita stuðul til serstøk tiltøk, sum FLE skipar fyri.
 
§ 10
        FLE kann samstarva við aðrar líknandi bólkar í hinum Norðurlondunum.
 
§ 11
        FLE fylgir við, at limirnir verða kunnaðir um tilboð og avtalur um prísniðurskurð til limirnar.
§ 12
        Á aðalfundi Føroya Lærarafelags leggur FLE fram ársfrágreiðing.
 
§ 13
        Føroya Lærarafelag hevur allan samráðingarrættin og er einasti avvarðandi sáttmálapartur yvirfyri myndugleikunum.
 
§ 14
        Viðtøkurnar fyri FLE kunnu við vanligum meiriluta broytast á aðalfundinum makað ár. Hesar viðtøkur eru samtyktar 11. mars 2020.
 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni