Reglur fyri leigu av frítíðarhúsunum Uppi á Garði á Nesi
Bert vanligur limur í Føroya Lærarafelag hevur rætt til at leiga húsini.
Longsta tíðarskeiðið er fimm dagar hvørja ferð.
Tann, ið leigar húsini, skal sjálv/ur vera við.
Leigað verður ikki til skúlaflokkar.
Vinarliga farið væl um húsini!
Kuldaskápið eigur at vera tómt, sløkt, og hurðin opin, tá ið farið verður avstað
Allir radiatorar skulu standa á 1, tá ið farið verður úr húsunum
Einki órudd/uppvask skal standa frammi
Alt rusk skal út í ruskílatið
Húsini eru ruddilig, og borð og borðplátan skulu turkast eftir, áðrenn farið verður avstað
Loyvt er ikki at roykja inni, og tað er ikki loyvt at hava kelidjór í húsinum
Leigari, ið ikki yvirheldur leigutreytirnar, fær endurgjaldskrav og ikki loyvi at leiga aftur.
Inn slepst í húsini aftan á kl. 15.00, og farast skal úr húsunum áðrenn kl. 12.00.
Í húsunum eru allir vanligir hentleikar til taks.
Tráðleyst netsamband er í húsunum.
Vantar okkurt, ella er eitthvørt, ið ikki virkar, sum tað skal, vinarliga boðið frá hjá Føroya Lærarafelag, tlf. 616863 ella 235762, so hetta kann fáast í rætt lag.
Takk fyri!
Við heilsan og takk fyri vitjanina
Stuðulsgrunnur Lima Føroya Lærarafelags og Føroya Lærarafelag
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan