Tíðindi/Greinar
15.12.2016
Vit á Skúlanum á Giljanesi hava verið so heppin, at vit hava havt vitjan av serlærarunum Tove Jacobsen og Liljuni Thomsen, sum báðar í langa tíð hava sitið og arbeitt við at týða og tillaga ”testbatteriet” til føroyskt. Ein kanning, ið fer í dýpdina við hugtakinum lesing, ljóðlæra, mál og minni. Hetta er eitt sera stórt og tíðarkrevjandi arbeiði, sum endiliga hevur fingið tær neyðugu sømdirnar, so arbeiðið kann gerast liðugt.
Sum við øllum øðrum arbeiði, so er tað neyðugt at hava so neyvar og góðar upplýsingar sum gjørligt, tá farið verður til verka. ”Testbatteriet” er ein týðandi partur í hesum arbeiði, tá næmingarnir skulu fáa sum mest burturúr lesingini. Vísir tað seg, at trupulleikar eru, tá næmingarnir koma í miðdeild, so kann man kanna, fyri neyvt at staðfesta, hvar trupulleikin liggur. Tað er stórur munur á at hava eina ábending og at fáa staðfest. Miðvíst og málrættað arbeiði er tað, sum ber á mál.
Vantandi fjølbroytt tilfar á føroyskum er allatíðina eitt haft um beinini. Nógv gott tilfar er komið tey síðstu nógvu árini, men enn er fitt eftir á mál, tá tað snýr seg um tilfar, har arbeiðast skal við smálutum í t.d. ljóðlæru.
Sum nevnt, so sita Tove og Liljan við hesum arbeiði, sum er kærkomið, tí tað fer neyvt inn og sigur, hvar ymsku næmingarnir eru í síni lesimenning. Tað allarbesta er, at kanningin eisini kemur við hugskotum, hvussu arbeiðast kann við teimum ymsu veiku síðunum.
Somu kvinnur og onnur hava eisini sitið við orðblindakanningini til vaksin. Sum nú er hava vit ikki eina fullfíggjaða føroyska kanning, og tað er eitt haft um beinini, sum eg havi gjørt vart við fyrr.
Tað er føroyska fólkaskúlanum at frama, at eftirútbúgving verður bjóðað út, men tað má vera eitt krav, at amboðini verða raðfest samstundis. Vanligt er, at tímar verða settir av, men tímar nytta lítið, tá amboðini vanta.
Gott tilfar og kanningar er alneyðugt í okkara arbeiði. Vit vita eisini, at tað ikki ber til at gera alt í senn, tí er tað neyðugt, at ein neyv ætlan verður løgd, so vit síggja raðfestingina og sleppa undan at ørkymlast av ikki at vita. Tað ringasta er, at vit, sum dagligt starvast við hesum næmingum, vita, at orðblindakanningin liggur í hálvum gekki og verður ikki liðuggjørd, tí at neyðug játtan ikki fæst til arbeiðið.
Hjá mær er søkin greið. Smíðið, meðan jarnið er heitt. Tað er ov seint at bjóða fólki, ið av sínum eintingum eru farin til verka, góðar arbeiðssømdir, tá tey hava givið upp. Tað er ov seint, tá tey eru farin víðari á síni stavsleið og funnið okkurt meiri spennandi.
Gott í tykkum, vísið hesum fólkum álit og gevið teimum tað, sum vantar, so teirra stóra arbeiði kann vera øllum næmingum at frama.