Tíðindi/Greinar

09.06.2022

Øll skulu trívast í skúlanum – eisini lærarin

Gott at hoyra, at trivnaðurin verður tikin í álvara, tí sjálvandi skulu øll børn trívast í fólkaskúlanum. Og landsstýrismaðurin skuldi bara vitað, hvussu nógva tíð og orku lærarar hvønn einasta dag brúka upp á trivnað. Tórhallur við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Á aðalfundi Føroya Lærarafelags, sum var 28. apríl, helt landsstýrismaðurin í skúlamálum, Jenis av Rana, røðu. Ein fittur partur av røðini snúði seg um trivnað í fólkaskúlanum, og tað var upp á fleiri mátar áhugavert at lurta eftir.

Landsstýrismaðurin segði m.a, at “Trivnaðurin í fólkaskúlanum hevur mína hægstu raðfesting”, og “Okur mugu og skulu fáa ØLL børn at rúmast og trívast í føroyska fólkaskúlanum!” Gott at hoyra, at trivnaðurin verður tikin í álvara, tí sjálvandi skulu øll børn trívast í fólkaskúlanum. Og landsstýrismaðurin skuldi bara vitað, hvussu nógva tíð og orku lærarar hvønn einasta dag brúka upp á trivnað. Tí lærarar vita, at skulu næmingarnir mennast bæði fakliga og menniskjaliga, er grundleggjandi, at teir trívast.

Landsstýrismaðurin helt fram: “Harumframt skulu tey í skúlanum læra at liva og virka sum borgarar í einum fólkaræðisligum samfelagi við teirra rættindum og skyldum. Tey skulu læra at lurta eftir, skilja og rúma sjónarmið hjá øðrum borgarum, samstundis sum tey skulu menna síni evni at kjakast virðiliga og at grundgeva sakliga og siðiliga. Og tíð má setast av til kritiska refleksjón, undran og hugdýping.”

Hetta brotið er ein umskriving av endamálsorðing fólkaskúlans, men so er ein setningur afturat skoyttur uppí, og hann er rættiliga áhugaverdur. Tí hvar í allari víðu verð er tíðin, sum lærarin saman við næmingunum skal seta av til kritiska refleksjón, undran og hugdýping? Við floksstøddum, sum verða toygdar upp um tað, sum er ásett í fólkaskúlalógini, og einum undirvísingartímatali hjá lærarum, sum er meira enn fult, er ilt at fáa eyga á hesa tíð. Fyri ikki at siga ómøguligt. Hon kemur ikki úr leysum lofti, men má játtast av politiska myndugleikanum.

Tí hevði tað verið kærkomið, um landsstýrismaðurin og politiski myndugleikin yvirhøvur, eisini góvu sær far um, at ein grundarsteinur og ein fortreyt fyri, at næmingarnir kunnu trívast, er, at lærararnir eisini trívast. Tað er ikki rætt at taka tað fyri givið, at lærarin trívast. Lærarin má sum øll onnur hava umstøður, sum gera, at hann kann kann trívast.

At trýsta lærarar støðugt at undirvísa fleiri tímar, samstundis sum teir skulu taka sær av fleiri næmingum, sum hava okkurt at stríðast við, er so ikki nakað, ið bøtir um trivnaðin hjá lærarum. Tvørturímóti.

Tað er at fegnast um, at landsstýrismaðurin virðismetir trivnaðin hjá næmingunum, men gloym bara ikki læraran. Hann má eisini trívast.  


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni