Tíðindi/Greinar

06.12.2024

Øll skulu trívast í fólkaskúlanum – eisini lærararnir

Í dag undirvísa lærarar meira enn fyri nøkrum árum síðani, og tað er at undrast á, at nakar heldur tað vera eitt gott hugskot. Gaman í, um hugsað verður bara í krónum og oyrum og játtan, er tað kanska ein góð loysn, men aðramáta er tað eitt vána hugskot. Tórhallur við Gil, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar

Fólkaskúlin er ein av grundarsúlunum í samfelagnum. Neyvan er nakar ósamdur í tí. Tað er í fólkaskúlanum, at grundarlagið hjá næmingunum upp á nógvar mátar verður lagt. Bæði tá ið tað snýr seg um at læra og at mennast. Næmingarnir skulu læra ymiskt fakligt í nógvum lærugreinum, og harafturat skulu teir eisini mennast sum menniskju. Hetta eru høg og góð mál at hava, men samstundis eisini rættiliga krevjandi.

Til tess at røkka hesum málum er alneyðugt, at lærarar hava so góðar umstøður til sítt yrki sum gjørligt. Og tað loysir seg hjá politiska myndugleikanum at taka lærarastarvið í álvara og játta fólkaskúlanum tað, honum tørvar fyri at liva upp til sítt endamál.

Lærarastarvið í dag er ein samansett uppgáva, har nógvir tættir skulu røkjast og loysast. Tað var óivað eitt sindur einfaldari fyrr, har tað fyrst og fremst snúði seg um at undirvísa, og tað var tað. Tað var ikki so nógv annað at hugsa um. Sjálvandi var alt ikki betri fyrr, treyðugt so, men arbeiðsuppgávan tá var nokk so greið. Tað merkir ikki, at hon altíð var løtt, og at alt gekk sum eftir ánni, men arbeiðssetningurin var greiður.

Sjálv undirvísingin er í dag eins og fyrr aðalmál fólkaskúlans. Tað er í sjálvum sær ikki broytt, men aftur at undirvísingini skal lærarin eisini bera so í bandi, at næmingarnir trívast og mennast. Tað er ásett í endamálsorðing fólkaskúlans, og tí er tað nakað, sum lærarar sjálvandi leggja dent á sínum yrki.

Stór orka verður løgd í at fáa næmingar at trívast, soleiðis at líkindini at læra eru so góð, sum til ber, og sum oftast eydnast tað væl. Onkuntíð stingur kortini okkurt seg upp við onkrum næmingi, sum kann vera trupult at loysa, og slíkar støður krevja so uppaftur meira av læraranum. Í summum førum kann tað taka langa tíð at koma fram til eina loysn, og tað kann vera slítandi fyri allar partar.

Slíkar støður kunnu altíð koma fyri, tá ið arbeitt verður við menniskjum. Tað er einki óvanligt í tí. Fyri læraran er tað týdningarmikið, at hann hevur umstøður til at hjálpa næminginum. Tað er ikki vist, at lærarin kann loysa støðuna einsamallur, onkuntíð má onkur annar myndugleiki hjálpa til, men tað er ógvuliga umráðandi, at lærarin hevur tíð og umstøður at gera alt, hann kann, at hjálpa einstaka næminginum.

Tað er t.d. ikki lætt hjá læraranum at røkka hvørjum einstøkum næmingi, um hann skal undirvísa einsamallur í einum flokki við 26 næmingum. Ella 25, 24, 23 o.s.fr. Tað sigur seg sjálvt, at tíðin, sum lærarin hevur til hvønn einstakan næming í einari sovorðnari skipan, er ógvuliga avmarkað. Tað er ikki heldur til frama fyri trivnaðin. Hvørki hjá lærara ella næmingi.

Heldur ikki gagnar tað nøkrum sum helst at trýsta læraran at undirvísa meira. Avleiðingin av tí er, at lærarin má bara renna uppaftur skjótari, og tá er skjótt at brenna ljósið í báðum endum. Í dag undirvísa lærarar meira enn fyri nøkrum árum síðani, og tað er at undrast á, at nakar heldur tað vera eitt gott hugskot. Gaman í, um hugsað verður bara í krónum og oyrum og játtan, er tað kanska ein góð loysn, men aðramáta er tað eitt vána hugskot.

Slík tankagongd og stýring er ikki á nakran hátt langskygd, men er í besta føri ein ringur løtuvinningur, sum elvir til, at lærarar verða sperdir, og tað tænir ongum.

Í einum góðum fólkaskúla mugu øll trívast og hava góðar umstøður at virka undir. Eisini lærararnir.

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni