Tíðindi/Greinar
26.11.2024
Tað var hugstoytt at hoyra barna- og útbúgvingarmálaráðharran svara munnliga fyrispurninginum um sparingar í fólkaskúlanum. Tað er gleðiligt, tá politikarar vísa skúlanum áhuga. Vit, sum starvast í skúlanum, eru ikki í iva um, hvønn týdning fólkaskúlin hevur, men til tíðir kennist tað sum, at politiska skipanin ikki hevur somu fatan sum vit, sum eru um okkara børn og ungu í gerandisdegnum.
Vit eiga at kunna líta á, at politikarar landsins arbeiða fram ímóti tí, sum stendur í samgonguskjalinum. Har stendur millum annað: Skúlarnir fáa størri frælsi at skipa skúladagin. Vit vilja raðfesta flokslæraraleiklutin og styrkja tvílæraraskipan í grunddeild. Vit vilja stytta skúladagin og endurskoða lærugreinabýtið og ynskja at lækka talið av næmingum í hvørjum flokki.
Hvussu ein sparing upp á 4,5 milliónir er í samsvari við samgonguskjalið, kann vera trupult at skilja. Tá so munnligur fyrispurningur var í løgtinginum, vónaði eg at fáa eitthvørt nágreiniligt at vita frá barna- og útbúgvingarmálaráðharranum. Tað, vit fáa at vita, er, hvørjir møguleikar eru, ella hvat tey arbeiða við, men onki ítøkiligt um, hvussu sparingarnar verða greiddar úr hondum.
Eitt nú verður tosað um at lækka tímarnar til miðfirraðu undirvísingina. Miðfirraðu tímarnir eru teir, sum í ein lítlan mun gera tað møguligt hjá skúlunum at skipa undirvísingina. Hetta eru tímar, sum verða latnir skúlum til eitt nú at gera tað møguligt at hjálpa næmingum, sum m.a. nú hava brúk fyri øðrvísi
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan