Tíðindi/Greinar
11.05.2016
Sum nú er, eru tvinnir møguleikar at fáa sær læraraútbúgving afturat Setrinum. Tú kanst lesa uttanlands ella lesa á netinum. Tey, ið velja at lesa aðrastaðni enn á Setrinum, eru tó fyri vanbýti, tá tað kemur til at søkja sær fast starv. Í fólkaskúlalógini § 35 stendur soleiðis: Til at kunna røkja undirvísingina í fólkaskúlanum skal viðkomandi hava lokið útbúgvingina sum fólkaskúlalærari á Føroya Læraraskúla, Fróðskaparsetri Føroya ella donskum læraraskúla sbr. stk. 2-5 ella aðra læraraútbúgving á sama støði, sum landsstýrismaðurin hevur góðkent.
Stk. 2. Tað er ein treyt fyri fastari setan sum lærari, at viðkomandi hevur staðið eina serliga roynd í føroyskum. Landsstýrismaðurin ásetur greiniligari reglur um hesa roynd.
Tey, ið velja annan møguleika enn Setrið, kunnu heilt einfalt ikki lúka kravið í stk. 2, tí tey hava ikki havt møguleika at hava føroyskt á sínum útbúgvingarstaðið, og Mentamálaráðið bjóðar ov sjáldan føroyskt út til tey, ið ikki hava lisið á Setrinum.
Hetta kann hava vanlukkuligar fylgjur fyri læraran og eisini fyri skúlan, har viðkomandi lærari arbeiðir.
Vit, sum eru ein lítil tjóð, hava sjálvandi bert eitt stað at útbúgva okkara lærarar, og hesin stovnur ger eitt gott arbeiði, men tað er so sanniliga eisini tí fólkaskúlanum at gagni, at fólk ganga aðrar leiðir. Á tann hátt fáa vit ymiskar vinklar til skúlagongd og til undirvísing. Tað liggur ikki fyri hjá øllum at seta seg á skúlabonk fulla tíð, og tað er tí ein fongur fyri okkara land, at fólk finna aðrar leiðir at menna og útbúgva seg. Samstundis, sum hesi vísa áræði og nema sær vitan, so hava tey ikki somu møguleikar fyri føstum starvi, ikki tí tey ikki vilja, men tí tey hava ikki møguleikan.
Gongda leiðin er ikki, at man sleppir kravinum um føroyskt, men heldur at man leggur føroysktskeiðið í eina fasta legu, soleiðis at lærarar og skúlar vita, hvussu arbeiði skal leggjast til rættis. Serstakliga soleiðis, at lærarin veit, hvussu møguleikarnir eru fyri møguligum føstum starvi. Er tað soleiðis, at skúlin hevur nógvar lærarar at velja millum til fáu føstu størvini, ið eru, so er tað altavgerandi fyri einstaka læraran, um hann hevur føroyskt ella ikki. Í ringasta føri kann hetta eisini vera avgerandi fyri, um viðkomandi velur at búgva í landinum ella ikki.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan