Tíðindi/Greinar
11.01.2018
Vit hava meiri ávirkan á børnini, enn vit kanska eru greið yvir. Og samanhaldið og samskiftið millum lærara og næming hevur helst ongantíð verið betri enn í hesum døgum.
Flestu næmingar trívast í skúlanum, og hetta sæst millum annað aftur í sambandinum millum næmingar og í sambandinum millum næmingar og skúlan sum heild. Tað merkja vit eisini, sum dagliga ganga millum børnini.
Fyri at nevna eitt sjónligt og ítøkiligt dømi, so greiða fleiri húsavørðir frá, at einki herverk sæst í skúlum. Tað merkir í øllum førum, at næmingar flest síggja skúlan og lærarar sum viðspælarar heldur enn mótspælarar. Børnini kenna seg helst meira trygg enn nakrantíð saman við teirra lærarum – so okkurt gera vit rætt.
Sterka eindin og felagsskapurin
Løgmaður greiddi í nýggjársrøðuni sínari millum annað frá, at vit eiga at seta ljósið á samanhaldið, felagsskapin og sterku eindina heldur enn sundurlaðingina og seta einstøk spjøldur á hvønnannan. Áhugavert, rætt og helst nakað, ið øll kunnu semjast um.
Men hetta er ikki nakað vit merkja á eitt nú Facebook og sum heild í práti millum manna. Vit lærarar eiga at hugsavna okkum um orð Løgmans. Eiga at byrja í floksstovunum. Okkara orð verða vigað hvønn dag og eisini tikin heim við í øll heimini hjá okkara skúlanæmingum.
Bera vit okkum rætt at og síggja, at einki barn ber bert eitt spjaldur, men hevur fleiri dygdir, fara hesi børn at merkja seg at verða vird fyri tað, tey eru. Floksmentanin verður tá góð og huglagið jaligari í flokkinum.
Leiðsla og ábyrgd hennara
Eins og vit hava ávirkan og ábyrgd í mun til okkara næmingar, hevur leiðsla sanniliga eisini ávirkan á teirra starvsfólk og eigur at vera vakin. At síggja mynstur; evni og tvístøður, sum fylla nógv hjá lærarum; orsøkir til ónøgdsemi o.s.fr.
Gleðiligt er tí , at fleiri leiðslufólk og lærarar, ið hava hug at verða leiðsla, nú sleppa at útbúgva seg í námsfrøðiligari leiðslu. Mentamálaráðið hevur sett Súsonnu Olsen, námslektara á Fróðskaparsetrinum, at samskipa útbúgvingina, sum tekur hálvttriðja ár. Hendan útbúgving fer ivaleyst at menna núverandi og komandi leiðslur í starvsfólkarøkt og at menna fólkaskúlan fakliga við støði í nýggjastu granskingini á økinum.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan