Tíðindi/Greinar

01.09.2022

Ársætlanir og undirvísingargongdir, til hvat?

Fleiri av størru nýggju skipanunum, ið eru settar í verk í fólkaskúlanum seinastu árinini, hava tað meira og minni til felags, at tær, eftir nøkur vala ár, byrja at missa sín týdning. Tær eins og missa tign og áhuga millum lærarar og fara so spakuliga, men støðugt frá at vera eitt neyðugt og ofta týdningarmikið amboð, til at blíva ein lítið sigandi, fyri ikki at siga nærmast meiningleys súr skylda hjá lærarunum mótvegis leiðsluni. Kenslan er, at hetta er burturspilt arbeiði. Hví skal tað so gerast? Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Minnist væl, tá eg sjálvur um aldarmótið byrjaði sum lærari við Tórshavnar Kommunuskúla. Lærarar gingu høgt upp í ársætlanirnar, bæði hvat innihaldi viðvíkti, og hvussu tær skuldu goymast/skrásetast, og annars sum best komu flest øllum til góðar. Soleiðis er ikki longur.

Tvær av hesum nú fánaðu skipanum eru ársætlanir og undirvísingargongdir. Ársætlanirnar skulu sum kunnung skrivast í øllum fakum og latast leiðsluni við skúlaársbyrjan, ímeðan undirvísingargongdirnar skulu gerast ígjøgnum árið. Ella rættari sagt, tað var upprunaliga ætlanin við teimum. Men øll vita, at hetta er blivið tað reina pseudoarbeiði. Tvs., arbeiði, sum einki veruligt virði hevur. Stutt sagt, spill at tíð og kreftum. Flestu av okkum antin kopiera ætlarnirnar frá í fjør, fáa tær frá onkrum øðrum ella skriva tær als ikki. Orsøkin til tað er helst, at lærarar vilja brúka tíðina til meira viðkomandi og týdningarmikið virksemi.  

Í skrivandi løtu eru 14 dagar síðani næmingarnir komu aftur í skúla. Vit lærarar komu tveir dagar fyrr. Fyrstu dagarnar og vikurnar meira renna lærarar í kring á skúlunum fyri at fáa undirvísingina í rætta legu. Teir vilja sjálvsagt sum skjótast fáa alt at glíða sum tað skal. Fáa alt í trygga legu, so frálæran kann vera reglulig og so væl frágingin sum gjørligt. Tað er nógv, ið skal koma í rættlag. Eitt nú crometeldur til allar næmingar, um teir ikki longu hava, fáa bøkur og annað tilfar til vega, árskalendara, floksheimasíðuna, røklaskipanina, læra nýggjar næmingar at kenna, fáa flokkin at virka væl og skilagott, fáa gongd á serundirvísing um neyðugt, skipa gott foreldrasamstarv. Hetta bara fyri at nevna okkurt úr rúgvuni við skúlaársbyrjan.

Tí kennist tað ikki sørt órógvandi og troyttandi at vera noyddur at skriva allar hesar ársætlanirnar, í staðin fyri at nýta tíðina til okkurt annað meira skilagott.

Sama er við undirvísingargongdum. Endamálið við teimum var helst frá byrjan at skjalfesta alt, ið flokkarnir høvdu verið ígjøgnum upp ígjøgnum árini, helst í øllum fakum. Hetta skuldi so seinni vera gott og neyvt grundarlag hjá próvdómara at nýta til endaliga próvøku. Men fyri at undirvísingargongdirnar skulu hava nakað haldgott virði, mugu tær skrivast javnan ígjøgnum alt árið. Ikki sum nú, har tær ofta vera skundaðar ígjøgnum við skúlaársenda um fakið er trekt sum próvtøkufak. Tá eru tær betur ógjørdar. Havi annars ta greiðu fatan, at flestu skúlar er givnir at krevja undirvísingvargongdir. Verða heldur ikki kravdar til próvtøku.

Tí eiga myndugleikarnir sum skjótast at avtaka ársætlanirnar og undirvísingargongdirnar. Tíðin er farin frá teimum.  


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni