Tíðindi/Greinar
30.08.2017
Fólkaskúlin og undirvísingin er nógv stýrd av fakligu førleikamálunum í námsætlanini, ið skulu vigast til royndirna. Um øll fakligu málini skulu røkkast, so er lítið pláss fyri undirvísingarhættum, har fakligu málini er sett í aðru røð, men arbeiðshátturin og forvitnið hjá einstaka næminginum er málið. Ein tapari í hesum ráki er kanningar- og granskingararbeiði hjá næmingunum. Arbeiði, har næmingurin fær fylgt sínum áhuga og forvitni. Í úrslitinum í PISA-kanningini frá 2015 sást, at føroyskir næmingar stóðu seg illa í náttúruvísindum. Eg haldi, at ein leið at ganga, fyri at styrkja hendan partin, er at lata næmingarnar arbeiða meira kanningar- og granskingarkent. Á tann hátt koma tey betur at kenna náttúruvísindaliga háttalagið fyri á tann hátt at skilja granskingarúrslit betur.
At fáa fólkaskúlan at flyta seg frá fakligu førleikamálunum og meira at hyggja at arbeiðsháttum, ið byggja á forvitni hjá næmingunum, krevur tilvitað og skipað arbeiði. Eitt gott høvi til hetta arbeiði er granskingarkappingin “Ársins Vitanarfróðu”, sum Granskingarráðið skipar fyri í løtuni. Har er greið vegleiðing í granskingarkendum arbeiðshátti í skúlanum. Granskingarkappingin kann verða ein góð byrjan og stuðul í granskingar- og verkætlanararbeiði hjá næmingunum í miðdeild og hádeild.
Kappingin er skipað eftir norskum leisti, sum Granskingarráðið hevur lánt og tillagað til føroyskar næmingar í samstarvi við Nám. Kappingin er fyri flokkar í miðdeild og hádeild og freistin at lata granskingartilfar til kappingina er 21. september 2017. Vegleiðingin til kappingina er greið, og leisturin, sum er gjørdur til granskingararbeiðið, er lættur at byggja á. Á norsku síðuni hjá kappingini eru eisini dømini um granskingararbeiði hjá norskum skúlanæmingum. Sum dømi kann nevnast evni: “Berjast dreingir meira enn gentur?”. Heimasíðan er áhugaverd sum íblástur, og fleiri kanningar eru stuttligar at lesa.
Granskingarráðið og Nám eiga takk fyri tilboðið og tilfarið, ið fer at stuðla granskingararbeiði hjá næmingum í skúlanum. Eg vóni, at nógvir skúlaflokkar fáa høvi at verða við í kappingini og ynski okkum góða eyðnu við arbeiðinum.
Frágreiðing um kappingina á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum:
http://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/visindavoka/visindavoka-2017/arsins-vitanarfrodu/
Norska síðan hjá kappingini:
https://www.nysgjerrigpermetoden.no/
Dømi um gransking, á norskum (Berjast dreingir meira enn gentur?):
https://www.nysgjerrigpermetoden.no/Prosjekt/Report/50615
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan