Tíðindi/Greinar
27.07.2022
Føroya Lærarafelag hevur eina álitisfólkaskipan, har álitisfólk verða vald annaðhvørt ár. Álitisfólkaskipanin er ein avtala ímillum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið, og í avtaluni er ásett, hvørjar uppgávur álitisfólkið hevur.
Har stendur t.d., at álitisfólkið, ið er talsmaður limanna, hevur saman við leiðsluni ábyrgd av, at limirnir verða kunnaðir og tiknir við í ráðum um mál, ið viðvíkja arbeiðsplássinum. Her verður sagt, at álitisfólkið eigur at hava eitt rættiliga tætt samstarv við leiðsluna á skúlanum og hevur saman við leiðsluni ábyrgd av, at limirnir bæði verða kunnaðar og tiknir við upp á ráð í málum, sum hava við arbeiðsplássið at gera.
Sostatt eigur álitisfólkið at hava ein rættiligan virknan leiklut á arbeiðsplássinum og eigur eisini at vera ein natúrligur partur at hava við, tá ið avgerðir skulu takast, sum ávirka limirnar. Víðari stendur eisini, at álitisfólkið skal eins og leiðslan syrgja fyri best møguligum samstarvi og góðum arbeiðsviðurskiftum. Sum hetta brotið eisini vísir, hevur álitisfólkið eina ávísa ábyrgd at gera sítt til, at samstarv og arbeiðsviðurskifti eru so góð sum gjørligt.
Kynstrið er so at fáa eitt gott samband ímillum leiðslu og álitisfólk, og tað krevur, at báðir partar eru samstarvssinnaðir. Leiðslan eigur at taka álitisfólkið við, tá ið mál, sum ávirka arbeiðsumstøðurnar hjá lærarum, verða viðgjørd, og álitisfólkið má eisini vera virkið og vísa samstarvsvilja.
Ein annar áhugaverdur táttur í álitisfólkaavtaluni er hesin: Álitisfólkið hevur rætt og skyldu til at leggja fyri skúlans leiðslu uppskot, áheitanir og klagur frá limunum og kann taka upp samráðingar við leiðslu skúlans um innanhýsis viðurskifti. Álitisfólkið skal altso vera ein millumliður ímillum leiðslu og lærarar, t.d. tá ið limir vilja hava onkur innanhýsis viðurskifti, áheitanir ella klagur, løgd fram fyri leiðsluna. Í tílíkum førum er tað álitisfólkið, sum skal tala søk limanna. Álitisfólkið hevur sjálvandi tagnarskyldu.
Til tess at brynja álitisfólkini væl til leiklutin sum álitisfólk, verður regluliga skipað fyri álitisfólkadøgum, har álitisfólkini hittast saman við nevndini í Føroya Lærarafelag. Tá verða ymisk evni sett á skrá, sum hava við økið at gera. Eisini fáa álitisfólkini høvi at seta spurningar og ikki minst skift orð við hini álitisfólkini. Tað er neyðugt við tílíkum døgum, tí álitisfólkini hava veruliga ein týðandi leiklut úti í skúlunum
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan