Tíðindi/Greinar

17.07.2018

Álitisfólkini eru týdningarmikil

Øll størv hava bæði góðar og ringar síður, og soleiðis er eisini við álitisfólkastarvinum. Ringa síðan er, tá tvístøður eru. Andrea á Ríðuni, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Allir skúlar í landinum hava eitt álitisfólk, ella eru teir knýttir at einum, alt eftir stødd á skúla. Tað er sera ymiskt, hvussu sjónsk hesi álitisfólk eru, eisini tí, at tey ikki eru til staðar á teimum smáu skúlunum.

Hesir lærarar hava eina serliga ábyrgd, tí teir eru bindilið millum lærara og leiðslu og bindilið millum skúlan og Felagið. Ein leiklutur, ið kanska serliga kemur til sjóndar, tá einhvør træta er millum partarnar. Hesin parturin av arbeiðinum kann fylla nógv, men hetta er ikki tann einasti leikluturin hjá álitisfólkunum. Tey eru umboð felagsins á staðnum og sita við vitan, ið kann vera sera viðkomandi fyri tann einstaka læraran.

Nú tá enn eitt ár er runnið, og vit øll skulu fáa nýggjar tímartalvur og virksemisætlanir, er sera týdningarmikið, at vit lærarar ikki sova í tímanum, og fylgja við hvussu komandi skúlaár sær út. Her kunnu álitisfólkini vera ein stór hjálp. Spyr teg fyri, spyr heldur einaferð og nógv heldur enn einaferð ov lítið.

Øll størv hava bæði góðar og ringar síður, og soleiðis er eisini við álitisfólkastarvinum. Ringa síðan er, tá tvístøður eru. Tá er tað týdningarmikið, at álitisfólkini vita, hvat tey skulu gera, og at tey vita, hvør teirra leiklutur er, og hvørja heimildir tey hava.

Spurningurin er, hvussu eru hesi fólk rustað til at møta hesum avbjóðingum. Tað er sera ymiskt, tí lærararnir, ið eru álitisfólk, eru sera ymisk. Álitisfólkini hava onga serliga útbúgving, ið er rættað ímóti hesum arbeiði. Tey eru eisini vald í eitt stutt tíðarskeið, ið ger tað torført at gera eina langa íløgu í tey. Álitisfólkini standa tó ikki á berum. Ein handbók er skrivað til álitisfólkini, og eftirsum tey hava játtað seg til hetta týdningarmikla starv, so hava tey sett seg inn í, hvat tað inniber. Tey kunnu eisini altíð venda sær til felagið. Men er ein handbók og áhugi nokk?

Hevði tað ikki verið ein nógv betri loysn, um man fekk eitt skeið, ið vardi nakrar dagar til álitisfólkini, umframt at álitisfólkadagarnir halda fram. Um so var, at man fór undir eina tílíka skeiðsætlan til álitisfólk, so er neyðugt við broytingum í valskeiðnum.

Hetta er ikki ein bílig loysn, men so avgjørt ein gongd leið. Tí hevði verið smart at gjørt eina samstarvsavtalu við onnur fakfeløg, sum hava eina tílíka skipan. Til ber at samstarva um tað, sum er felags. Harafturat hava feløgini hvør síni álitisfólk, fólk, ið hava felags- og eisini ymiskar avbjóðingar. Hetta er tó ongin forðing. Hesar ymsu royndirnar kundi tey fingið gleði av, tí tá ymiskleikar skifta orð, kemur ofta okkurt uppbyggjandi burturúr. 

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni