Tíðindi/Greinar

08.12.2020

Álitisfólk hittast

Í síðstu viku var seinni álitisfólkadagurin í 2020 hildin. Vanliga koma álitisfólkini saman eina ferð um árið til eitt vistarskeið, sum er tveir dagar, men korona gjørdi, at í ár varð skipað fyri tveimum einstøkum døgum. Fyrri dagurin var 12. november, og seinni dagurin var so 3. desember. Tórhallur við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Á skránni hesa ferð var nógv ymiskt. Tosað var m.a. um leiklutin hjá álitisfólkunum, og hvørjar skyldur og uppgávur eitt álitisfólk hevur. Útgangsstøðið var tikið í sáttmálanum, og hvat hann sigur um hetta. Síðani varð tosað um evnið og hvørjar royndir, álitisfólkini høvdu gjørt sær í samband við hetta. Hetta var eitt gevandi kjak, og tað var gott at fáa sett orð, hvat eitt álitisfólk í veruleikanum skal gera og kanska eisini, hvat eitt álitisfólk ikki eigur at átaka sær at gera.

Sum vant vóru virksemisætlanin og arbeiðstíðaravtalan eisini á dagsskránni báðar dagarnar. Hesin parturin snýr seg um nakað so grundleggjandi sum, hvat tað er, lærarar verða løntir fyri. Tí er tað ikki so løgið, at hesir tættir ofta verða settir á skrá, tá ið álitisfólkadagar eru. Bæði arbeiðstíðaravtalan og virksemisætlanin kunnu kanska tykjast fløkt og torgreidd, men tað hevur alstóran týdning at seta seg inn í hesi viðurskifti, so væl sum til ber. Fyri álitisfólkini er tað serstakliga týdningarmikið, at tey kenna hesi øki væl. Sum álitisfólk skalt tú kunna hjálpa og vegleiða starvsfeløgunum úti á skúlanum. Tað er kanska ringt at vita út í odd og egg um hvønn einasta teig í virksemisætlanini, men eitt álitisfólk skal helst vita í høvuðsheitum, hvussu  virksemisætlanin hongur saman.

Eitt sindur av tíð var eisini brúkt til at tosa um tryggingar og pensjón. Farið var ígjøgnum, hvørjar tryggingar eru í samlagstryggingini hjá lærarum, og eisini hvussu tryggingarnar eru settar saman. Síðani var orðskifti um tryggingarnar. Í hesum orðaskifti var millum annað spurt, um nakrar broytingar skulu gerast, og eisini hvussu tær skulu gerast, um so var. Komið var eisini inn á lokaupphæddina, og hvussu støðan er við henni.

Eisini var tíð sett av til at kunna um ymisk skjøl, sum bæði lærarar og álitisfólk eiga at kenna til. Tað eru týdningarmikil skjøl sum høvuðsavtalan millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið, sáttmálin millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið og onnur skjøl sum flokkingar og tílíkt. Hetta er eisini eitt umráðandi øki hjá álitisfólkunum at vita um.

Samanumtikið var talan um tveir góðar og gevandi dagar. Nógvir steinar blivu vendir, og nógv ymisk viðurskifti vórðu umrødd. Vónandi fingu álitisfólkini eisini kensluna, at tey føla seg eitt sindur betur brynjað til leiklutin sum álitisfólk.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni