Tíðindi/Greinar

18.07.2022

Álit skapar trivnað

Nógvir skúlar hava eitt skilagott virðisgrundarlag, men um øll í skúlanum ikki skilja virðisgrundarlagið eins, hevur hetta ongan týdning fyri arbeiðið í skúlanum. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Á summarskeiði hjá NLS (Nordiska Lærarorganisationers samråd) var høvuðsevnið hesa ferð arbeiðsumhvørvið. Line Arnmark hevur kannað, hvat skal til fyri at skapa tað góða arbeiðsumhvørvið. Hon hevur arbeitt við ymiskum vinklum og soleiðis eisini funnið fram til, at tað eru nógv ymisk fyrilit at taka, um vit ynskja eitt gott arbeiðsumhvørvi.

Eitt, sum er týdningarmikið, er álit. Tað eru ikki einans foreldur og næmingar, ið eiga at hava álit á einstaka læraranum. Tað krevst eisini álit ímillum starvsfólk og millum starvsfólk og leiðara. Er leiðslan ikki týðilig í sínum avgerðum ella sínum arbeiði, kann hetta kennast ørkymlandi hjá starvsfólkunum. Hetta kann føra við sær, at starvsfólk missa álitið á leiðsluna. Mest tí at starvsfólkini ikki vita, hvussu leiðslan arbeiðir, og tí ikki altíð skilja, hvussu avgerðir verða tiknar. Tá vit ikki kenna grundarlagið undir einhvørjari avgerð, kunnu vit standa í teirri støðu, at vit ikki meta, at leiðslan hevur tikið røttu avgerð, tí úr okkara sjónarhorni kann støðan síggja heilt øðrvísi út enn úr sjónarhorninum hjá leiðsluni.

Starvsfólkasamrøður hava eisini stóran týdning, tí tað er her vit fáa avstemmað fatan. Tað eru nógvir skúlar, ið hava eitt skilagott virðisgrundarlag, men um øll í skúlanum ikki skilja virðisgrundarlagið eins, hevur hetta ongan týdning fyri arbeiðið í skúlanum, tí um vit arbeiða í hvør sína ætt, verður ikki samanhangur í felagsarbeiðinum í skúlanum. Her hevur tað stóra ávirkan, um skúlaleiðarin hevur starvsfólkasamrøður ella ikki, tí um leiðarin ikki tosar regluliga við starvsfólkið, hevur leiðarin ikki ta vitan um starvsfólkið, sum krevst fyri at tryggja somu fatan. Her kunnu vit koma í eina støðu, sum ger, at tað, vit tosa um, ikki verður fatað eins.

Tí hevur samskifti kanska størri týdning, enn vit geva okkum far um. Bæði ímillum starvsfelagar og ímillum starvsfelagar og leiðslu. Tí um vit øll arbeiða saman við somu fatan, er lættari at náa ásettum málum. Hetta merkir ikki, at øll skulu arbeiða eins, men at man í felag hevur álit á, at vit arbeiða fram ímóti sama endamáli. Vegirnir kunnu vera ymiskir, tí er eisini tørvur á ymiskum háttaløgum og sjónarmiðum, men tað týdningarmesta er, at vit hava álit á hvørjum øðrum úr øllum ættum. Tað veri seg millum starvsfólk, millum starvsfólk og leiðara og leiðara og starvsfólk.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni