Tíðindi/Greinar
23.08.2021
Í Danmark verður nú tikið samanum, nú skúlin byrjar aftur. Og støðan kundi avgjørt verið betri, halda tey flestu. Eitt nú, hava, aftur í ár, alt ov fá søkt inn at lesa til lærara. Talið av ófaklærdum innan skúlagátt bara økist ár um ár. Hví sýnist lærarayrkið at vera í kreppu í Danmark? verður spurt. Tað kunnu tað sjálvsagt vera alskyns orsøkir til. Herfyri var forvitnislig grein í Weekendavísuni, sum kom við nøkrum boðum uppá, hví støðan er, sum hon er. Eitt, sum afturvendandi verður nevnt, eru allar broytingarnar, sum javnan koma fyri í skúlaverkinum. Ikki bara av smærri slag, men eisini grundleggjandi broytingar. Í donsku fólkaskúlalógini frá 2014 var ein av høvuðstættunum at innføra yvir 3000 læringsmál. Mál fyri hvønn einasta næming sær og í øllum fakum. Ein sera neyv mál- og tíðarstýring, sum krevur nógv, og stundum kennist læraranum sum haft um beinið. Hetta troyttar lærarar ikki sørt, verður sagt. Umframt onnur viðurskifti, sum vit her heima kenna til so sum: nógvir fundir, skeið, verkætlanir og ymiskir kt-pallar. Alt, sum tekur tíð frá vanligari undirvísing og ráðlegging. Ov nógv tíðar-, mál- og toppstýring, halda nógvir lærarar.
Men nú hevur pípan so fingið annað ljóð á flatlondum. Politiska rákið nú er nærum við at fara í hina veitina. Nýggj donsk fólkaskúlalóg er í umbúna. Skúlin skal nú “setast fríur”, verður sagt. Burtur við øllum neyvum málum fyri alt millum himmal og jørð. Sum eina roynd hava myndugleikarnir latið sjey kommunur skipa sín skúla, júst sum teir ynskja. Einasta krav er, at fólkaskúlin skal vera ókeypis og enda við eini fráfaringarroynd. Og her skulu so lærarar finna seg til rættis í hesum heilt nýggja veruleika. Soleiðis broytast rák. Nógv orka er í nógv ár brúkt til konsulentar fyri at menna danska skúlan. Ofta verða snøgg orð ella vendingar snikkað til fyri at selja vøruna. Einaferð var námsfrøðiliga sloganið: relationskompetancer, seinni: resiliens (helst bara eitt flott enskt orð fyri treystleika). Nú verður tosað um PLF (Professionelle læringsfællesskaber). Ja, nógv verður tosað og hugleitt um, hvussu vit neyðars lærarar skula útinna okkara yrki. Og man slíkt konsulentvirksemi/skeið hjálpa stórvegis? Ofta er talan um “heita luft”. Í Danmark vísir stór spurnarkanning, at færri enn fjórði hvør lærari heldur seg hava bøtt um sína undirvísing.
Ja, soleiðis er støðan í Danmark. Hvussu er so heima hjá okkum, og hvat kunnu vit læra av øðrum?
Ja, eitt vit í øllum førum kunnu læra, er, at vit ikki gleiðbeint skulu slúka øllum, sum kemur uttaneftir, bara tí tað kennist spennandi og eksotiskt. Men sjálvsagt skulu vit hyggja okkum um, hvat verður gjørt aðrastaðni. Síggja og læra, hvat ber til og ikki.
Vit eru eitt lítið land og mugu innrætta okkum hareftir. Og tað merkir m.a., at vit altíð mugu vera meir generallistar og minni serfrøðingar. Vit mugu ofta fevna breiðari enn fólk í størri londum. Men hetta er helst meira ein dygd enn ein vansi. Men, sjálvsagt skulu vit duga okkara fak, væl og virðiliga.
Eitt annað, sum vit eiga at læra, er, at broytingar í sær sjálvum merkja framburð – og øvugt, at stillstandur merkir stagnatión og afturgongd. Er ein ov grammur og møguliga ikki heilt veit, hvat ein ger, kann ein broyting vera beinleiðis afturstig. Tá er betri einki at gera. Ein kondittari, sum dugir væl at gera othellokøkur, sum selja væl, fer væl ikki at broyta upp á køkuna. Tað er altíð gott latín at vera varin at broyta nakað, sum riggar.
Men hinvegin skulu vit altíð fylgja við og vera opin fyri nýggjum møguleikum og broytingum. Hugsa okkum væl og virðiliga um og koma til rættar loysnir og virka út frá tí.
Well, skúlaárið 2021/2022 er júst byrjað, Gott ár, øll somul.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan