Tíðindi/Greinar
03.06.2020
Nú er greitt, nær og hvar aðalfundurin verður. Tað hevur verið telvað aftur og fram millum ymiska ráðgeving, myndugleikar, høli o.a. Og fyri at hoyra fleiri viðkomandi partar, setti nevndin seg í samband við okkara 31 álitisfólk kring landið. Vit vildu vita, hvør støðan hjá lærarum og álitisfólkum var í mun til, nær aðalfundurin skuldi vera.
Vit ivaðust nevniliga um, hvørt vit skuldu hava ein heldur avmarkaðan aðalfund áðrenn summarferiuna ella møguliga bíða til eftir summarferiuna. Eftir eitt gott orðaskifti við okkara álitisfólk á teams miðskeiðis í mai mánaði, gjørdi nevndin av at hava fundin hesumegin summarið.
Aðalfundurin verður tískil leygardagin 20. juni kl. 12:00 á Hotel Føroyum. Uppskot til valevni, og innkomin mál skuldu vera felagnum í hendi í seinasta lagi leygardagin 30. mai.
Tey, sum standa fyri vali í nevndini, eru Andrea á Rípuni og Tórhallur við Gil. Tey stilla bæði uppaftur. Umframt Andreu og Tórhall stillar Jákup av Skarði, fyrstilærari í Nólsoyar skúla, upp til nevndarvalið.
Tískil verður tað dystur um teir tveir nevndarsessirnar fjórða árið á rað. Tað er at fegnast um, at hugur er til nevndararbeiði. Tað ger aðalfundin og prátið kring okkara starv og umstøður sum heild meira livandi.
Ymisk tilmæli eru framvegis galdandi, og hetta verður ikki broytt áðrenn aðalfundin, so verður ein loysn funnin, um tað eitt nú møta fleiri enn 100 fólk. Fundurin byrjar eitt sindur seinni enn vanligt, og helst verður tað bert ein gestarøðari.
Eingin veitsla á hesum sinni fyri teimum, ið eru á aðalfundi, men væntandi verður tann tátturin tikin upp aftur komandi ár. Tað hevur víst seg, at ímillum tvífalt og trífalt so høgt luttakaratal er á aðalfundinum, tá ið veitsla er.
Árligi limafundurin í Stuðulsgrunni Lima Føroya Lærarafelags verður eisini 20. juni. Tann fundurin er beint aftan á vanliga aðalfundin. Stuðulsgrunnurin fevnir um ognir felagsins og eisini um ein sokallaðan verkfalskassa.
Limagjaldið er 1,75% av lønini, har 1,25% fer til rakstur, menning og ymiskt virksemi, meðan 0,5% fer í stuðulsgrunnin.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan