Tíðindi/Greinar

02.02.2021

Várið, val og virksemi

Nú í mars verður álitisfólkaval í landsins skúlum og økjum, og 8. mai verður árligi aðalfundurin. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Vit hava 29 øki kring landið og 31 álitisfólk, har tveir teir størstu skúlarnir hava tvey álitisfólk hvør. Eisini skulu varaálitisfólk veljast. Áðrenn páskaferian verður seinast í mars, eiga øll valini at verða avgreidd.

Skilagott er, um álitisfólk, ið skipa fyri valinum, kunna lærarar nakrar vikur frammanundan, at val verður. Og eisini tá kunnar um eitt nú uppgávur og ábyrgd, sum eitt álitisfólk hevur.

Øll, sum eru limir í Føroya Lærarafelagi, kunnu verða álitisfólk. Tað krevst tó, at tú hevur verið í starvi í minst eitt ár. Valskeiðið er tvey ár.

Fyri at vera álitisfólk og hava ta ábyrgd og verða longdi armur felagsins, fáa álitisfólk eitt fast tímatal á virksemisætlanina (24 tímar) umframt tímar skrásett fyri hvørt starvsfólk (1,5 tíma fyri hvørt starvsfólk). Allir lærarar telja við, eisini teir, ið arbeiða niðursetta tíð.

Viðvíkjandi tímatalinum merkir hetta, at eitt álitisfólk, sum eitt nú arbeiðir á einum skúla við 30 skrásettum lærarum, fær 69 tímar skrásett á virksemisætlanini.

Somuleiðis fær eitt álitisfólk farloyvi í tveir dagar árliga við løn, sum verða brúktir til álitisfólkaskeið, har øll álitisfólkini eru savnað.

Nevndin ynskir, at varaálitisfólkini eisini fáa nakrar tímar skrásettar á sítt árliga virksemisskjal, men tíverri eru myndugleikarnir als ikki samdir við okkum, tá ið sáttmálasamráðingar eru.

Tann meira formliga uppgávan hjá álitisfólkum er at kunna lærarar og leiðslur um ymiskt, sum felagið biður tey kunna um. Tað, sum helst fyllir mest, er, tá ið leiðslur ella lærarar heita á álitisfólk at vera við í fundum við mótstríðandi pørtum. At vera hjásitari. Hetta fyri at tryggja, at alt gongur virðiligt fyri seg, og at alt er í samsvari við galdandi mannagongdir og rættindi. Tað er altíð ein leiðsluuppgáva – og ikki uppgávan hjá álitisfólkum – at loysa trætur, sum viðvíkja starvsfólk.

Aðalfundurin 2021

Árligi aðalfundur felagsins verður 8. mai. Eins og undanfarnu tvey árini verður hann væntandi á Hotel Føroyum.

Tveir nevndarlimir standa fyri vali, og teir eru Carl Eli Nolsøe Samuelsen og Jona Højsted. Bæði vórðu fyrstu ferð vald í nevndina í 2017 og síðan afturvald í 2019.

Seinastu fýra árini hava fleiri stillað upp. Hetta er gagnligt fyri kjakið og vísir eisini, at fleiri eru áhugað at betra um okkara umstøður. Helst stilla summi upp, tí tey ikki eru nøgd við virkandi nevnd, og soleiðis skal tað eisini vera. Í øllum førum er tað bara heilt einfalt meira spennandi at fara á aðalfund, tá ið valdystur er. Fleiri møta upp, og áhugavert er at hoyra, hvørjar hugsanir og ætlanir uppstillararnir hava.

Jacob Eli S. Olsen varð valdur formaður fyri tveimum árum síðan. Formansvalskeiðið er trý ár.

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni