Tíðindi/Greinar

11.04.2023

Vit skulu ØLL lyftast

Tað einasta ítøkiliga, vit hava hoyrt um lønarlyftið, er, at tað árliga fer at kosta einar 47 mió. Hvar kemur hetta talið frá? Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Samráðingarnar millum Lønardeildina og fitt av fakfeløgum á almenna arbeiðsmarknaðinum byrja nú loksins aftur. Vit hava í mánaðir bíðað í tolni eftir samráðingarboðum. Men nú koma tey so, skilst.

At tað hevur drigið út, er helst einki at siga til. Eitt er, at nýggja landsstýrið í heila tikið skal fóta sær og í hesum førinum at seta síni fingramerki á samráðingarnar. Annað, og helst meira trupult er, at avgerandi raðfesting hjá landsstýrinum er partur av avbjóðingini at finna semju og hevur gjørt støðuna væl meira torskylda, skilst á Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum. Raðfestingin, talan er um, sum annars er ein av trimum høvuðsraðfestingum hjá landsstýrinum, er sokallaða lønarlyftið til ávísar bólkar á almenna arbeiðsmarknaðinum. Umsorganarøkið skal lyftast, verður sagt.

Hinar báðar raðfestingarnar eru skattalætti og 37 tíma arbeiðsvika. Báðum taka vit fult undir við. Men meira gruggut er málið um lønarlyft, tí vit vita ikki neyvt, hvat tað merkir. Fyri tað fyrsta kemur tað ikki fyri ein dag, hvussu nógv lyftið skal vera, fyrr enn samráðingarnar annars eru lidnar. Fyri tað annað er tað ongantíð roynt fyrr. Fyri tað triðja kann slíkt sera skjótt skeikla lønarmunin millum fakbólkar, og tað er sera óheppið. Fyri tað fjórða er sera trupult at eyðmerkja, hvørjir fakbólkar hoyra til umsorgarnarøkið og hvørjir ikki.

So, skilji væl, at hetta hevur volt landsstýrinum høvuðbrýggj, tí hetta er als ikki lætt, og er sum sagt ongantíð roynt fyrr.

Men myndugleikarnir hava so nú skorið ígjøgnum. Eisini, hvørji verða bólkað upp í umsorganarøkið, og harvið fáa lyft, og hvørji ikki. Tey, sum eru við, eru námsfrøðingar, íroknað hjálparfólk umframt tey á eldraøkinum og almannaøkinum annars.

Men hvat so við okkum lærarum, sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum pørtum við, kundi ein spurt. Arbeiða vit ikki eisini á umsorganarøkinum ella í hvørtfall partvís? Jú, metir landsstýrið eyðvitað. Men onkustaðni skal markið ganga, og hetta er so tað, sum tey politiskt eru komin til. At fara longri verður eisini nógv dýrari, segði landsstýriskvinnan herfyri.

Tað einasta ítøkiliga, vit annars hava hoyrt um lønarlyftið, er, at tað árliga fer at kosta einar 47 mió. Hvar kemur hetta talið so frá? Tað kunnu vit bara gita um, men mítt boð er, at øll fáa einar 1.000 kr. oman á lønina um mánaðin. T.v.s., eina 12.000 kr. um árið. 12.000 upp í 47 mió. gevur á leið 3.900 fólk, sum fáa lønarlyft. Um hetta verður úrslitið, er sjálvsagt ikki til at siga, men er so eitt git. Ein stórur bólkur av fólki má sigast, og í luftini hongur so sjálvandi spurningurin: Hvat so við øllum hinum løntakarunum, bæði á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum? Og hvussu fer tað at ávirka arbeiðsmarknaðin í heila tikið? Sjálvsagt ikki til at siga, men áhugavert verður at síggja.

Skal tó beinanvegin viðurkenna tað positiva í, at landsstýrið við hesum roynir at bøta um støðuna á barnagarðs- og eldraøkinum, har stórt trot er á starvsfólki. Vónandi við hepnari hond.

Men aftur til samráðingarnar annars. 17 feløg standa fyri tørni at fara til borðs. Og har eru vit í Lærarafelagnum millum trý tey fyrstu. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur, umframt at tosa um beinharðar raðfestingar, annars kontant givið til kennar, at alneyðugt er at halda fast við lønarkarmin. Ongantíð hoyrt um slíkt fyrr, nú áðrenn sjálvar sammráðingarnar eru komnar í gongd. Hon trekti tó eitt sindur í land aftur kvøldið eftir. Tað er fríur samráðingarrættur í Føroyum, og tað er sjálvsagt upp til partarnar sjálvar at finna semju.

Landsstýriskvinnan hevur annars hugt at nøkrum sáttmálum á privata arbeiðsmarknaðinum, har avtala er gjørd um ein karm á 7,9% í tvey ár, og hetta ynskir hon so, at vit skulu halda. Men samráðingarnar eru sum kunnugt fríar, og vit í Lærarafelagnum fara so eftir so nógvum sum gjørligt. Lat ongan iva vera um tað, nú reallønin lækkar støðugt. Vit skulu øll hava eitt lyft, sum munar, so ella so.

Vónandi síggjast vit fjølment á aðalfundinum 29. apíl.   


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni