Tíðindi/Greinar
15.07.2016
Fyri 3 árum síðani skrivaði eg eina grein til heimasíðuna hjá Føroya Lærarafelag, at eg hevði havt gleðina av at undirvísa einum 1. flokki við, fyri meg, nýggjum Súlutilfari. Tað gleðiliga er hent síðan tá, at Súlutilfarið er ment enn meir, og nýtt lesitilfar kemur nú til 3. og 4. flokk.
Tað er ein sonn frøi, at tað allatíðina legst nýtt tilfar afturat tí gamla, ið enn er gott. Arbeiðið við at geva krabbabøkur út heldur fram, og tað er ein gleði fyri nógv børn, at tey kunnu lesa ymiskar bøkur og bókarøðir, sum er tillagaðar eitt ávíst støði.
Onki tilfar stendur einsamalt, men saman kann tað gera stóran mun, tí er tað so týdningarmikið, at vit endurnýggja og brúka alt tað tilfar, ið er. Tað er ikki óvanligt, at næmingar spyrja um nýggja frílesingarbók, um tað er gingin ein dagur við ongari bók. Eg havi enntá næmingar, ið spyrja eftir fleiri bókum, sum tey kunnu hava við sær í summarfrí. Hetta er at gleðast um, tí tá er grundin løgd til góðan lesihug. Tað besta við hesi søguni er tað, at tað eru tey lesiveiku, ið spyrja eftir summarlesnaði. Tá verður mítt lærarahjarta heitt.
Nám og Bókadeildin hava ein stóran leiklut í gerandisdegnum hjá okkum lærarum. Vit mugu gera teimum greitt, hvat vit sakna í okkara undirvísing, og bjóða okkum fram til at gera okkara ávirkan galdandi, tá vit hava eitt gott hugskot, sum kundi endað sum ein útgáva av einum ella øðrum slag. Tað er ótrúliga nógv gott tilfar, ið liggur úti á skúlunum, men sum vit ikki fáa gleði av, tí tað ikki kemur víðari enn til okkara egnu skuffu.
Nám er eisini staðið, ið bjóðar skeið fram til lærarar. Tá hvørt skeið er at enda, verður spurt, um tað er okkurt skeið, ið vit ynskja. Tá er tað týdningarmikið, at vit skriva tey hugskot niður, ið eru týdningarmikil, tí Nám hevur onga glaskúlu at hyggja í, sum sigur, hvat vit lærarar ynskja. Vit mugu siga, hvat vit ynskja.
Sum nakað nýtt er Nám farið undir at hava temasíður á heimasíðuni hjá sær. Hetta eru viðkomandi evni, ið røra seg í føroyska og altjóða samfelagnum. Hetta er gott afturat tí, ið er í bókunum. Hesi evni, ið verða lýst kunnu nýtast í øllum lærugreinum. Alt, ið ger undirvísingina fjøllbroytta, er kærkomið.
Aftuat øllum tí, ið eg havi nevnt omanfyri, sita fólk hvønn dag og arbeiða við at veita fólkaskúlanum dygdartilfar. Serliga vit, ið arbeiða við móðurmálsundirvísing, eru glað um hvørt framstig, ið verður gjørt. Vit kundu bara hugsað okkum, at lopini vóru størri, næmingunum at frama.