Tíðindi/Greinar
27.02.2025
Í løtuni tykist politiski myndugleikin fyrst og fremst at hava áhuga í fólkaskúlanum, tí ynski er um at finna sparingar á fíggjarlógini.
Fólkaskúlin hevur fingið nógva umrøðu seinastu tíðina, og tað er gott. Umrøðan vísir okkum, at fólkaskúlin hevur stóran áhuga og týdning í samfelagnum. Tá fólkaskúlin verður umrøddur, so vóna vit í skúlanum, at tað er tí, at stórar ætlanir eru um at dagføra skúlan og menna hann til heimsins besta, men tíverri, so hevur ikki verið hesa ferð, heldur tvørturímóti. Í løtuni tykist politiski myndugleikin fyrst og fremst at hava áhuga í fólkaskúlanum, tí ynski er um at finna sparingar á fíggjarlógini. Fyrst var játtanin til fólkaskúlan skorin við fleiri milliónum, annað árið á rað, og í jólavikuni kom uppskot til hoyringar um at stytta skúladagin, so at upp í 35 lærarar kunnu skerast burtur aftrat.
Vit skilja lítið av politisku ætlanunum at spara meira í fólkaskúlanum, tí fólkaskúlin er longu skorin við tíggjutals milliónum, við at uppgávurnar hjá fólkaskúlanum eru vaksnar munandi, uttan at nøkur játtan hevur fylgt við. Seinastu seks árini er talið av næmingum í serflokkum vaksið við 150 næmingum, og kostnaðurin av serflokkunum er vaksin við 30 mió. kr, uttan at nakað er lagt aftrat játtanini til fólkaskúlan. Uppgávan at undirvísa næmingunum í føroyskum sum annaðmál er eisini vaksin, uttan at nøkur játtan er latin til uppgávuna, seinastu fýra árini eru gott 70 børn fleiri í skúlanum, sum hava ríkisborgaraskap uttan fyri Norðurlond, harav gott 40 uttan fyri Evropa. Aftrat hesum kemur, at næmingatalið er hækkað við 200 seinastu tvey árini.
Týdningurin av einum góðum fólkaskúla hevur ikki verið størri enn tað sama. Børn og ung krevja, at lærarin hevur tíð til teirra; tey reika nógv á talgildu miðlunum, har føroyska málið verður er sett til síðis fyri enska talu, og falstíðindi streyma inn yvir tey. Mitt í hesum stendur fólkaskúlin saman við føroysku lærustovnunum við eini stórari uppgávu at bera føroyska málið og mentan til uppvaksandi ættarliðini og brynja børn og ung, so tey hava góðar førleikar at skyna á, hvørji tíðindi eru álítandi og ikki.
Vit eiga at vera á varðhaldi og arbeiða fyri virðunum, sum hava gjørt okkara part av heiminum tryggan og lagt grundina undir okkara vælferð. Valdsharrar tróna fram í eystri og í vestri, og tech-risar oysa falstíðindi út á sosialu miðlarnar, so at grundleggjandi virði sum fólkaræði, andsfrælsi, javnvirði og javnrættur verða skúgvað til viks. Tíðin er ikki til at laða garðarnar hjá fólkaskúlanum og lærustovnunum niður, tí vitan og útbúgving eru besta verjan móti hesum.
Fólkaskúlin verður umrøddur sum ein av útreiðslunum á fíggjarlógini. Hetta er ikki rætt, tí fólkaskúlin er ikki ein útreiðsla, men ein av týdningarmestu íløgunum hjá samfelagnum. Fremsta tilfeingið hjá okkum er fólkið og uppvaksandi ættarliðið, og besta íløgan, vit kunnu gera sum samfelag, er ein íløga í fólkaskúlan og útbúgving.
Um ynskið er at gera fólkaskúlan betri, so mugu íløgur gerast í fólkaskúlan. Fólkaskúlin hevur leingi verið forsømdur, og tí liggur nógv á láni. Innihaldið í skúlanum treingir harðliga til at vera dagført, nakrar námsætlanir eru frá 2011. Íløgur mugu gerast í at serútbúgva lærarar, tað er langt síðan, at serútbúgvingarnar hava verið bodnar út, t.d. var seinasta kt-varðaútbúgving liðug í 2004. Og íløgur mugu gerast í at styrkja tvílæraraskipanina, so at lærarin hevur betri tíð at taka sær av einstaka næminginum.
Vit kunnu ikki spara okkum til ein betri fólkaskúla, og vit fáa ikki meira fyri minni. Um vit ynskja okkum ein betri fólkaskúla, har næmingarnir hava betri umstøður at læra og trívast, so mugu vit gera íløgur í fólkaskúlan, tí tað er bara við væl útbúnum lærarum, sum hava góðar arbeiðsumstøður, at næmingarnir fáa ein betri skúladag.
Oddagrein í Skúlablað nr 1, 2025, sum júst er komið.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan