Tíðindi/Greinar

04.09.2018

Virksemisætlanir tæna ikki altíð sínum endamáli

Skal virksemisætlanin vera tað arbeiðsskjalið sum hon varð ætlað til, so er tað av stórum týdningi, at lærarar og leiðslur gera tær í felag. Á henda hátt verða bæði leiðslur og lærarar samd um, hvør arbeiðsuppgávan er, hvussu tær skulu loysast, og hvør tíð er til at loysa uppgávurnar. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags.

Nýtt skúlaár er byrjað, og við hesum nýggja árinum koma nýggjar og gamlar arbeiðsuppgávur. Tað er ongin loyna, at vit tey seinnu árini hava fingið alt fleiri uppgávur inn um skúlans gátt.

Við virksemisætlanini skuldi tað vera meiri gjøgnumskygni og lættari at áseta, hvørjar arbeiðsuppgávur lærarin skal røkja, samstundis sum virksemisætlanin skal vísa, hvussu nógva tíð lærarin skal brúka til einstøku arbeiðsuppgávuna. Skúlin hevur ársætlanir fyri flokkin, ársætlan fyri lærugrein, undirvísingargongdir og mangt annað, sum skal skrivast. Hvussu nógvar ársætlanir og undirvísingargongdir ein lærari hevur, er treytað av, hvussu nógvar flokkar og lærugreinar lærarin hevur á skemanum.

Tað er ongin loyna, og so man vera á flest øllum abeiðsplássum, at tað er ymiskt, hvussu vit loysa uppgávurnar. Samstundis er tað ymiskt, hvussu nógva tíð vit brúka til ymisku uppgávurnar. Soleiðis er eisini í skúlunum. Tað er ómetaliga stórur munur á, hvussu nógva tíð vit hava tørv á fyri at gera hesi skrivini, sum eru vorðin ein partur av okkara gerandisdegi.

Við virksemisætlanini skuldu vit fáa betri yvirlit yvir, hvørjar uppgávur einstaki lærarin eigur, ímeðan lærarin skuldi fáa betri yvirlit yvir, hvørjar uppgávur hann hevur, og hvussu nógva tíð hann eigur at leggja í hesar uppgávurnar.

Eg havi varhugan av, at hesar innan skúlaskipanina nógv umtalaðu virksemisætlanir, sum skuldi vera ein hjálp til leiðslur og lærarar, ikki altíð tæna sínum endamáli. Tað er trupult hjá summum leiðslum at fáa tímatalið at ganga upp, og sum lærari havi eg varhugan av, at á virksemisætlanini ber nærum alt til. Lærarar fáa alt fleiri undirvísingartímar, ímeðan tíðin til annað virksemi minkar. Eg havi sjálv sæð hetta á mínum virksemisætlanum. Undirvísingartíðin hækkar, og tíðin til annað enn undirvísing lækkar. Kanska fari eg heilt skeiv, men mín fatan er, at eg annaðhvørt ikki havi rikið mínar uppgávur og tí ikki skal hava hesa tíðina, ella eru tað uppgávur, sum eg nú ikki skal røkja.

Skal virksemisætlanin vera tað arbeiðsskjalið sum hon varð ætlað til, so er tað av stórum týdningi, at lærarar og leiðslur gera tær í felag. Á henda hátt verða bæði leiðslur og lærarar samd um, hvør arbeiðsuppgávan er, hvussu tær skulu loysast, og hvør tíð er til at loysa uppgávurnar. Tað er eisini av stórum týdningi, at virksemisætlanirnar eru klárar tíðliga í skúlaárinum, soleiðis at lærarar fáa lagt arbeiðið til rættis. Virksemisætlanin kann vera ein góð hjálp hjá læraraum og leiðslum, men bara um hesar verða brúktar til tað, sum upprunaliga ætlanin var: at tilrættaleggja og at skipa arbeiðið á skúlunum.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni