Tíðindi/Greinar

30.03.2022

Veðurlagsvirðislønin á triðja sinni

Skulu vit gera okkum nakra vón um at broyta vanahugsan, tá tað kemur til veðurlag og umhvørvi, so er neyðugt, at skúlin gongur á odda og vísir, hvussu hetta skal gerast, soleiðis at næmingarnir síggja, hvussu tað skal gerast og hava onkran at spegla sær í. Andrea á Rípuni, næstforkvinna Føroya Lærarafelags, skrivar

Til tíðir havi eg ta fatan, at eg skrivi tað sama umaftur og umaftur. Hesaferð skrivi eg við gleði tað sama umaftur. Nú er løtan at senda eina umsókn inn til veðurlagsvirðislønina hjá Føroya Lærarafelag. Freistin er 5. apríl. Í ár verður tað á triðja sinni, at veðurlagsvirðislønin verður latin á aðalfundinum hjá Lærarafelagnum. Eysturskúlin og Skála skúli hava vunnið við hesum verkætlanunum: Eysturskúlin í Havn hevði eina verkætlan, ið er ein ringrás. Ringrásin er matrestir, sum verða til mold, sum síðan verður brúkt til at sáa í; grøðin verður etin, og tískil skal hon ikki flytast inn úr øðrum londum; trø verða plantað, og tað gevur góða luft. Skála skúli er ein skúli, ið hevur skarað framúr í arbeiðinum at geva børnum og ungum áhuga fyri og innlit í veðurlagsavbjóðingar og loysnir á veðurlagsavbjóðingum. Tey hava verið sera virkin at fáa børn at hugsa um burðardygd.

Tað er stuttligt at fylgja við, hvat skúlar gera á hesum øki, tí hetta eru hugsanir, ið breiða seg sum ringar í vatninum, og sum hava stóra ávirkan á framtíðar borgaran. Hetta er kenslan av at vera partur av eini størri heild at gera sína ávirkan galdandi hjá komandi ættarliði. Skulu vit gera okkum nakra vón um at broyta vanahugsan, tá tað kemur til veðurlag og umhvørvi, so er neyðugt, at skúlin gongur á odda og vísir, hvussu hetta skal gerast, soleiðis at næmingarnir síggja, hvussu tað skal gerast og hava onkran at spegla sær í. Tað er stuttligt at kunna heiðra tílíkt arbeiði.

So er tín skúli í holt við okkurt arbeiði, stórt sum smátt, á grønu og veðurlagsvinarligu leiðini, so er ikki at smæðast burtur, men at senda uppskot inn til felagið, tí hvør veit, kanska er tað tín skúli, ið er næsti skúlin, ið vinnur og fær heiðurin og viðurkenning fyri at slóða fyri.

Kunning um virðislønina, viðtøkurnar, krøv til umsøkjaran og leinkja til umsóknarblað fæst á heimasíðuni hjá Føroya Lærarafelag: http://www.lararafelag.fo/ve%C3%B0urlagsvir%C3%B0isl%C3%B8n-1

Stuttligt verður at finna útav, hvør tað verður, sum fer við heiðrinum og vinninginum í ár. Enn er ikki ov seint at senda uppskot inn til felagið. Nú er møguleikin, tað krevur ikki nógv, tit hava longu gjørt stórarbeiði, tað vantar bert umsóknin.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni