Tíðindi/Greinar

04.02.2025

Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags fyri fimtu ferð

Við at arbeiða við verkætlanum, sum hava til endamáls at minka um veðurlagsbroytingar, kunnu næmingar fáa eina djúpari fatan av, hvussu teirra gerðir ávirka náttúruna. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.

Aftur í ár er møguleiki at søkja um veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags.

Sum lærarar hava vit eina serliga ábyrgd at menna okkara næmingar til at gerast tilvitaðir um sítt umhvørvi og týdningin av at verja tað. Tað er í hesum sambandi, at Føroya Lærarafelag seinastu árini hevur givið skúlum møguleika at søkja um veðurlagsvirðisløn. Tá næmingar arbeiða miðvíst við umhvørvinum, kann hugsast, at tey læra meira um veðurlagsbroytingar og teirra/okkara ávirkan á umhvørvið. Við at arbeiða við verkætlanum, sum hava til endamáls at minka um veðurlagsbroytingar, kunnu næmingar fáa eina djúpari fatan av, hvussu teirra gerðir ávirka náttúruna. Hetta kann økja teirra vitan og týdningin av at verja umhvørvið.

Lærarar í nógvum skúlum arbeiða við burðardygd, endurnýtslu, egnari framleiðslu ella á annan hátt, ið ger, at tey kunnu vera við í kappingini um veðurlagsvirðislønina. Lærarar geva sær tó ikki altíð far um hetta.

Við at taka lut í slíkum kappingum kunnu næmingar fáa eina djúpari fatan av týdninginum av burðardyggum lívsstíli, sum kann hava langtíðarárin á teirra atburð og val í framtíðini. Eisini kann ein slík kapping eggja næmingunum til at arbeiða og hugsa øðrvísi og fjølbroytt. Við at arbeiða við slíkum verkætlanum kunnu næmingarnir eisini menna sítt hugflog, arbeiða við nýhugsan og finna kreativar loysnir. Eisini kann hesin arbeiðsháttur menna teirra samstarvsevni og geva møguleika fyri at finna felags loysnir. Samstundis kann hetta føra til, at næmingarnir gerast meira tilvitaðir um sítt umhvørvi og týdningin av at verja tað.

Fyri at luttaka í veðurlagsvirðislønini skal eitt av hesum trimum punktum vera við í tí arbeiði, sum skúlin, flokkurin ella bólkurin hevur arbeitt við.

Arbeiða við útbúgving í burðardyggari menning
Vera virkin í arbeiði at økja tilvitanina um, hvussu veðurlagsavbjóðingar kunnu loysast. Eitt nú við staðbundnum loysnum innan orkunýtslu, burturkasti, nýtslu, keypi og flutningi.
Hava fingið burðardygga menning við í arbeiðið ella undirvísingina á skúlanum.

Í nógvum skúlum verður arbeitt við ymiskum, sum rúmast í krøvunum til veðurlagsvirðislønina. Vónandi gerast fleiri skúlar varugir við møguleikan og senda eina umsókn.

Freistin at søkja um veðurlagsvirðislønina er 24. mars 2025. Vegleiðing og umsóknarskjal eru at finna á heimasíðuni hjá Føroya Lærarafelag. https://www.lararafelag.fo/ve%c3%b0urlagsvir%c3%b0isl%c3%b8n-1


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni