Tíðindi/Greinar
08.11.2021
Løgmaður sigur, at hann ynskir at føra Føroya fólk so trygt ígjøgnum koronatíðina sum gjørligt. So heilsuliga, búskaparliga og eisini menniskaliga. Tað kann vera trupult at síggja tað menniskaliga í at undirvísa við frástøðu. Serliga tá tað eru júst tey yngstu børnini, ið hava størst tørv á nærkontakt.
Tað kann vera trupult at taka avgerð um at lukka landið niður, tí tað er ongin ivi um, at búskaparliga kostar tað nógv. Samstundis, sum vit bora hol í fjøll, undir sjógv og tosa um at gera íløgur í Suðuroynna fyri meiri enn 5 milliardir, geva vit okkum ikki ráð at hugsa um okkara børn, okkara gomlu og okkara sjúku.
Tað er avgjørt ein fyrimunur at hava skúlagongd í koronatíð. Hetta hava vit roynt fyrr við góðum úrslitum. Tá lærarin hevur færri børn at taka sær av, so er lættari at vera um einstaka barnið, ongin ivi um tað. Tað nýttist ongin koronasmitta at læra okkum tað. At hava skúlagongd við smáum børnum í frástøðu harafturímóti er púra skilaleyst. Hvørja ávirkan tað hevur á barnið, um tað ikki verður uggað og hevur nærkontakt ta tíðina, tað er í skúla ella í ansing, kenna vit ikki. Men vit vita, at tað hevur neiliga ávirkan á børn, sum ikki fáa sín tørv nøktaðan, serliga tá vit hugsa um kensluliga tørvin.
Koronasmittan sær í løtuni út til at spreiða seg mest millum børn og ung, sum síðani taka smittuna við heim og soleiðis smitta foreldur og onnur. Vit skulu brúka vit og skil og halda frástøðu. Í skúlanum á Skúlatrøð hava tað verið oman fyri 100 smittutilburðir. Smittutilburðirnir hava verið í flestu flokkunum, samstundis sum allar deilidirnar hava verið raktar av smittu. Hóast tað, so hevur innskúling havt skúlagongd sum vanligt. Vanligt er kanska at taka munnin ov fullan, tí foreldur hava verið sera skynsom. Av tí at foreldur hava tikið støðuna í álvara, hava fáir næmingar verið í skúla í innskúlingini hesar báðar vikurnar, sum korona hevur herjað í Klaksvíkini. Tað vóru ikki myndugleikin, ið tók støðuna hjá tí einstaka í álvara, men foreldrini.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan