Vinnarin av Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags er ein skúli, ið hevur skarað framúr í arbeiðinum at geva børnum og ungum áhuga fyri og innlit í veðurlagsavbjóðingar og loysnir á veðurlagsavbjóðingum.
Tín skúli kann eisini søkja.
Ungdómurin gongur á odda fyri broytingum kring heimin. Lærarafelagið vil, at føroyski skúlin í størri mun eggjar børnum og ungum at arbeiða við veðurlags- og umhvørvisavbjóðingum. So at børn og ung fáa øktan áhuga í at finna loysnir.
Allir fólkaskúlar og frískúlar, sum hava virkað fyri burðardygd og arbeitt við veðurlagsavbjóðingum, kunnu søkja um Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags. Tað kann vera allur skúlin, ein deild, ein flokkur ella ein bólkur, ið hevur arbeitt við evninum.
Virðislønin verður handað á aðalfundi Føroya Lærarafelags.
Virðislønin verður latin skúla, ið hevur lokið minst eitt av hesum krøvum:
Vinnarin fær eitt heiðursbræv og har afturat 25.000 krónur. Peningurin skal í mestan mun fara til at arbeiða víðari við burðardyggum loysnum á veðurlagsavbjóðingum.
Lesið viðtøkurnar fyri veðurlagsvirðislønina her.
Umsóknin skal í mesta lagi vera eina síðu, verður fylt í umsóknarskjalið og send til lararaf@lararafelag.fo. Afturat umsóknini kunnu viðfestast stutt viðkomandi skjøl, sum t.d. frágreiðing um átøk og tiltøk, úrslit ella viðmæli frá triðjaparti.
Umsóknarskjal til Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags
Spurningar um Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags kunnu sendast til lararaf@lararafelag.fo.