Tíðindi/Greinar

15.11.2022

Valfepur, vallyfti og fólkaskúlin

Til seinasta løgtingsval kendist tað sum sera lítið varð tosað um fólkaskúlaøkið. Gaman í høvdu flokkarnir nevnt fólkaskúlan í valskráum sínum, men fólkaskúlin fylti sera lítið í kjakinum. Hetta er sera óheppið! Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Fólkaskúlaøkið gevur ikki krónur og oyru av sær, á sama hátt sum fiskivinna, ferðavinna v.m. gera. Av tí sama, so er tað ikki líka spennandi at tosa um fólkaskúlan í einum valstríði.

Til seinasta løgtingsval kendist tað sum sera lítið varð tosað um fólkaskúlaøkið. Gaman í høvdu flokkarnir nevnt fólkaskúlan í valskráum sínum, men fólkaskúlin fylti sera lítið í kjakinum. Hetta er sera óheppið! Tí uttan føroyska fólkaskúlan eru vit sera fátøk. Fíggjarliga og menniskjaliga.
Vit lærarar og starvsfólk í skúlunum framtíðartryggja føroyska samfelagið, og hetta eigur at síggjast aftur í politiska arbeiðinum. Ikki bara sum vallyfti og valflesk, men eisini framt í verki!

Tað er samstundis okkara ábyrgd sum fakfelag at varpa ljós á hetta til valið og ímillum valini. Men tað hevur stóran týdning, at allir lærarar standa saman um fólkaskúlan, standa saman um tey ynski, sum vit øll hava, sum kann gera fólkaskúlan til ein fólkaskúla í heimsflokki. Fleiri vit eru, størri slagkraft hava vit.

Seinastu árini hava verið órógvað av koronu; tá vístu vit, hvat vit eru gjørd av, og vit megnaðu øll í felag at gera tað, ið skuldi til fyri geva næmingunum so dygdargóða undirvísing sum til bar. Hetta var ikki altíð lætt, men vit gjørdu tað. Tað er okkara uppgáva. Vit skulu tryggja næmingunum góða undirvísing. Men fyri at kunna fremja hesa undirvísing, so mugu nøkur ting koma upp á pláss.

Til eitt komandi valskeið og í framtíðini eigur eitt skúla- og barnamálaráð at verða sett á stovn. Støðan, sum hon er í dag er, er, at vit ferð eftir ferð skulu ígjøgnum fleiri ymiskar stovnar fyri at tryggja barninum betri umstøður. Vit hoyra um børn, sum detta niður ímillum skipanirnar, tí tað eru ov nógvir stovnar inn yvir hvørt einstakt mál.
Við einum skúla- og barnamálaráðharra fáa vit savnað allar stovnar, sum hava við børn, ung og skúla at gera undir eitt «tak.» Barna og skúlaøkið er alt ov stórt og týdningarmikið at vera flættað saman við øðrum.

Tað eru nógvir batar, ið kunnu gerast, so tað verður høgligari at vera lærari.
 

Flokslærarin er eitt, og eg haldi, at vit øll kunnu skjótt gerast samd um, at flokslærarin má fáa betri sømdir. Flokslærarauppgávan er ikki tann sama nú, sum hon hevur verið, og tískil mugu batar gerast á hesum øki. Tað eru lagdar nógvar uppgávur á flokslæraran, sum vanliga ikki hava verið, og somuleiðis eru alsamt fleiri børn, ið hava tað avbjóðandi, og flokslærarin, sum er ein lyklapersónur í lívinum hjá barinum, má tískil fáa arbeiðsumstøður svarandi til ábyrgdina.

Fíggingin til fólkaskúlan eigur at verða hækkað. Tað er ikki rímiligt, at fíggingin stendur við og enntá minkar, tá krøvini og tørvirnir í samfelagum gerast alsamt størri.

Vit uppliva alsamt fleiri næmingar, ið illa megna at vera í felagsskapinum. Orsøkirnar til avbjóðingarnar eru nógvar, men eitt, ið hevur verið afturvendandi, er, at tímatalið er ov høgt, og krøvini eisini. Hetta mugu vit fáa loyst. Tað kann ikki vera meiningin, at næmingar, heilt frá skúlabyrjan, kenna seg strongdar, kenna seg illa og so framvegis. Hetta eru dýrabar ár fyri tey. Ár, ið ávirka teirra framtíð.
 

Ein onnur stór avbjóðing er floksstøddin. Tað kann, fyri fleiri næmingar, tykjast at vera sera torført at vera inni í eini floksstovu við 24-25 øðrum næmingum. Floksstøddin eigur at verða minkað nakað.

Vit hava ikki ráð at uppala og skúla børn, sum miseydnast orsakað av teimum fortreytum, sum politiski myndugleikin setir.

So góðu tit, ið bjóða tykkum fram á løgtingsvalinum, og góðu tit, ið verða vald inn – gloymið ikki okkum, sum hvønn dag eru úti í fólkaskúlanum. Gloymið ikki ábyrgdina, sum liggur á okkum. Gloymið ikki okkara dýrabæru næmingar – framtíðar samfelagsborgarar, gevið okkum betri sømdir, so vit fáa tryggja komandi ættarliði. Tit tryggja okkum góð arbeiðskor, og vit fremja arbeiðið, ið skal til.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni