Tíðindi/Greinar

19.07.2021

Vaksin mugu slóða fyri

Skulu vit gera okkum nakra vón um at broyta vanahugsan, tá tað kemur til veðurlag og umhvørvi, so er neyðugt, at skúlin vísir í verki, hvussu hetta skal gerast, soleiðis at næmingarnir síggja, hvussu tað skal gerast. Andrea á Rípuni, næstforkvinna Føroya Lærarafelags, skrivar

Annað árið á rað hevur Føroya Lærarafelag handað veðurlagsvirðirslønina á aðalfundinum hjá felagnum. Fyrstu ferð var tað Eysturskúlin, ið fekk heiðurin, og á aðalfundinum í ár var tað Skála skúli, ið fekk heiðurin.

Men hví skal felagið ganga á odda fyri tílíkum arbeiði? Hevur tað ikki úr at gera við at arbeiða við fakfelagsspurningum? Jú, felagið hevur nóg mikið at gera við fakfelagsspurningum, men tað áliggur eisini felagnum at ganga á odda, tá tað ræður um fólkaskúlan og komandi borgarar. Í reglugerðini fyri felagið stendur soleiðis í §1:

§ 1. Endamál Føroya Lærarafelags er at røkja starvsligu, lønarligu og uppalingarligu áhugamálini hjá fólkaskúlalærarum í Føroyum, at styrkja og stimbra samanhaldið, at arbeiða fyri menning fólkaskúlans og at fremja vælskipaðan skúlaskap á kristnum grundarlagi í Føroyum.

Lærarar hava nógv at hugsa um í gerandisdegnum og koma tí ikki altíð hartil at geva sær stundir at hugsa veðurlag og umhvørvi inn í undirvísingina. Tá er tað gott, at onkur annar, sum kennir til undirvísing, kann taka fetið og geva skúlunum møguleika at varpa ljós á tað arbeiði, sum teir gera, og sum teir ofta halda ikki hevur nakran týdning ella ikki er nakað serligt.

Taka vit grundgevingarnar fyri, hví Skála skúli vann í ár, so stendur m.a., at Skála skúli er ein skúli, ið hevur skarað framúr í arbeiðinum at geva børnum og ungum áhuga fyri og innlit í veðurlagsavbjóðingar og loysnir á veðurlagsavbjóðingum.

Seinnu árini hevur Skála skúli arbeitt miðvíst fram ímóti, at alt í skúlanum er burðardygt. Tey vaksnu hava gingið undan, og næmingarnir hava verið skjótir at tikið við.

Hetta eru hugsanir, ið breiða seg sum ringar í vatninum, og sum hava stóra ávirkan á framtíðar borgaran. Hetta er at vera partur av uppalingarligu áhugamálunum hjá fólkaskúlalærarum í Føroyum. Skulu vit gera okkum nakra vón um at broyta vanahugsan, tá tað kemur til veðurlag og umhvørvi, so er neyðugt, at skúlin vísir í verki, hvussu hetta skal gerast, soleiðis at næmingarnir síggja, hvussu tað skal gerast. Tað er stuttligt at kunna heiðra tílíkt arbeiði.

 

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni