Tíðindi/Greinar
03.03.2020
Í farnu viku hevði felagsnevndin fund við nevndarumboð úr undirfeløgunum - undantikið skúlaleiðarafelagið, sum vit regluliga samskifta og fundast við, og tey eftirløntu í FLE, ið ikki eru við á hesum árligu fundum.
Undirfeløgini eru støðugt vorðin fleiri, og nú eru tey tíggju í tali:
AKT-felagið
Orðblindalærarafelagið
FLE
KT-varðafelagið
Lesivegleiðarafelagið
Skúlabókavarðafelagið
Skúlaleiðarafelagið
Skúlavegleiðarafelagið
Serlærarafelagið
Støddfrøðivegleiðaraferalgið
Vanliga manna millum tríggir og fimm lærarar nevndirnar. Fyri at verða limur krevst eitt lítið, súmbolskt árligt limagjald, og hetta gevur tí einstaka liminum høvi at luttaka av og á á skeiðum og eisini møguleika at søkja um stuðul til tiltøk og ráðstevnur, ið er knýtt at økinum.
Umframt tað, so er eitt undirfelag ein sjálvsstøðugur felagsskapur, ið styrkir um sítt fakøki og hevur eina breiða, natúrliga vitanardeiling í sær millum limirnar.
Tað einstaka felagið kann eisini ávirka og ráðgeva felagsnevndini, og somuleiðis kann felagsnevndin fáa ráðgeving, upplýsingar og ynski frá undirfeløgunum, sum kann nýtast til eitt nú sáttmálasamráðingar.
Hvørt undirfelag søkir fíggjarligan stuðul frá Lærarafelagnum eina ferð um árið og fær vanliga henda stuðul, um ymiskar mannagongdir eru fylgdar. Eitt nú skulu feløgini vísa sítt virksemi við einari ársfrágreiðing, og eisini skal felagsnevndin fáa ein roknskap sendan.
Til ber eisini at søkja fíggjarligan stuðul úr Undirvísingarstýrinum.
Virkin feløg, men ivasamar umstøður
Gleðiligt er at hoyra, hvussu virkin feløgini eru, og týðiligt er, at nevndarlimir leggja nógva orku í arbeiðið. Tey hava nýtt stuðulin væl til sítt virksemi. Millum annað hava limir verið á førleikaskeiðum uttanlands. Avgerandi er at menna og flyta seg og síðan veita øðrum íblástur.
Nøkur feløg hava gjørt greiðar og snøggar faldarar, ið eru ein góð hjálp hjá lærarum og leiðslum. Eisini hava fleiri feløg skipað fyri skeiðum ella fyrilestrum fyri limum, tá ið aðalfundurin ella serligir fakdagar hava verið.
Og tað er júst har, sum trupulleikar vísa seg. Tað hevur fyrr verið lættari og ómakaleyst hjá undirfeløgum at skipa fyri skeiðum ella serligum arbeiðsdøgum fyri limum. Oftani hava hesir dagar verið á Námi.
Lærarar fingu vanliga vikarar fyri seg, og tískil hava undirfeløg havt góðar umstøður at skipa fyri arbeiðsdøgum. Nú tykist tað sum um, at leiðslur ikki eins lætt fáa tímar og harvið møguleikan at leysgeva lærarar og seta vikarar inn í staðin. Í øllum førum greiddu flestu feløg frá trupulleikum hesum viðvíkjandi.
Hetta er sera óheppið, og nevnd Føroya Lærarafelags fer at vísa myndugleikunum á henda tíverri afturvendandi trupulleika hesi seinastu árini.
Somuleiðis er alt ov long tíð gingin síðan, at nøkur øki eru dagførd. Tíbetur verður nú eftir ætlan møguligt at útbúgva seg sum skúlabókasavnsvørð eftir summarfrítíðina. Og helst verður KT-varðaútbúgving næst í røðini.
Viðtøkur o.a. víðvíkjandi undirfeløgunu sæst við at fara á www.lararafelag.fo og síðan trýsta á “Felagið” og “Undirfeløg”.