Tíðindi/Greinar

18.09.2017

Umstøður at reka skúla

Skúlamyndugleikarnir mugu læra seg at finna útav, at um so er, at okkurt nýtt er altavgerandi at fáa inn í skúlan, so eru tvinnir kostir. Andrea á Rípuni, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Varð so gleðiliga yvirraskað, tá eg hoyrdi tíðindini í gjár, 14. september. Ein skúlastjóri úttalaði seg í miðlunum um manglandi tímar og manglandi raðfesting av handaligu lærugreinunum. Hetta er ikki ein nýggjur trupulleiki. Eg minnist væl fyri fleiri árum síðan, tá Vestmanna skúli valdi at lækka tímatalið til føroyskt og “gav” teimum handaligu lærugreinunum tímarnar, tí man metti, at tær vóru eins týdningarmiklar, um ikki týdningarmiklari. Eg skal ikki taka dagar millum, hvat er týdningarmiklast, men greitt er, at brúk er fyri bæði handaligum og bókligum lærugreinum.

Í hesi somu samrøðu varð eisini tosað við skúlastjóran á Skúlanum á Fløtum, tí hann fekk tað at ganga upp í eina hægri eind. Eg skal ikki leggja meg út í, hvussu tað ber til, eg vil tó siga, at eg haldi tað vera undranarvert, at journalisturin ikki spyr inn til t.d. hvussu nógvir næmingar eru á hvørjum holdi. Spurt verður heldur ikki um, hvat Hoyvíkar skúli setur sum hægsta næmingatal fyri dygdar undirvísing í mun til aðrar skúlar. Tað kundi verið ein sera áhugaverdur spurningur.

Sjálv havi eg undirvíst í heimkunnleika, har bólkarnir hava verið noyddir at verið sera stórir, tí tímar vóru ikki til at gera fleiri flokkar/hold. Hetta merkir, at næmingarnir ikki í nógv stóran mun sleppa at royna seg, tí so nógv eru at loysa uppgávuna.

Sama er galdandi í t.d. náttúru og tøkni, ið var nýggja stjørnuskotið á himmalinum stutt eftir, at eg byrjaði í starvi sum lærari. Náttúra og tøkni skuldi vera undran og gransking, so næmingarnir kundu standa seg betur í náttúruvísindum. Hetta skuldi tey fyrstu árini gerast uttan lærubók og uttan nakran lærara, ið var kønur í júst hesi lærugrein. Seinni kom so bókin, men møguleikarnir fyri stórari undran og gransking við einum heilum flokki eru ikki nógvir.

Skúlamyndugleikarnir mugu læra seg at finna útav, at um so er, at okkurt nýtt er altavgerandi at fáa inn í skúlan, so eru tvinnir kostir. Antin má lærugreinin fáa ta raðfesting/játtan, ið hon hevur uppiborið ella má okkurt, ið longu er í fólkaskúlanum víkja. Tað er ikki rætt, at alt skal inn við somu ella lítið øktari játtan, fyri síðan at biðja lærararnar renna skjótari ella noyða leiðslurnar at vera kreativar við játtanini.
Er tað leisturin, so fáa vit skótt ein fólkaskúla, ið syndrast, tí kreftirnar, ið skulu bera skúlan fram, antin leita nýggjar leiðir ella eru sjúkrameldaðar vegna strongd.  

 

 

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni