Tíðindi/Greinar
06.05.2020
Lærarayrkið er vanliga merkt av, at vit ofta mugu broyta gjørdar ætlanir. Ein sokallað plan-b er altíð neyðug at hava í skjáttuni. Støður við næmingum, fakligi ymiskleikin hjá næmingum, broytingar í tímatalvuni ella annað ger, at vit eru von við broytingar og umskiftilig arbeiðsviðurskifti.
Tó hevur støðan síðan Grækarismessu verið tann størsta avbjóðingin og broytingin nakrantíð hjá flestu lærarum og leiðslum. Serliga hava leiðslur havt úr at gera at leggja ætlanir, samskifta við síni starvsfólk, skúlamyndugleikar og aðrar myndugleikar. Lærarar hava eisini samskift sera nógv við síni flokstoymi, leiðslu, foreldur og næmingar.
Og skjótt varð neyðugt at umstilla seg til at skula fjarstýra undirvísingina og samskifta við sínar næmingar heimanífrá. Hóast tað ivaleyst er ymiskt, hvussu leiðslur hava skipað hetta arbeiðið hjá lærarum, so er púra greitt, at lærarar hava megnað sera væl at arbeiða undir øðrum umstøðum, enn teir eru vanir við. Helst er okkara førleiki, nevniliga at duga at umstilla seg og broyta ætlanir, ein týðandi orsøk til, at tað hevur eydnast so væl.
Nú fleiri árgangir fara aftur í skúla í mai mánað, eru bæði lærarar og næmingar sum heild sera glaðir fyri at koma á kendar gøtur aftur. Vónandi verða allir árgangirnir samlaðir áðrenn summaferiuna, hóast vandi er fyri, at tríggir árgangir ikki sleppa í skúla aftur.
Virðing, ábyrgd og betri umstøður
Kring heimin hava við sæð fólk hálova fólk, ið arbeiða á umsorganarøkinum. Serliga eru tað læknar og sjúkrarøktafrøðingar. Avgjørt uppiborið.
Námsfrøðingar og hjálparfólk hava sanniliga gjørt sítt við sínum arbeiði á serøkinum, sambýlum, barnagørðum og vøggustovum. Á hesum økjum ber sum kunnugt ikki til at halda øll tilmæli.
Lærarar hava eisini arbeitt á flestu skúlum. Tað hava verið børn, sum máttu í skúla, og her hava lærarar eisini tikið eitt megnartak fyri hesar familjur.
Vit eiga avgjørt ikki at gloyma fólkini handan økkum øll, ið gera nýggjar leiðreglur, útrokingar, mannagongdir, val- og frával: Politikarar, embætisfólk og leiðslur. Hesi hava arbeitt uttan steðg fyri at fáa øll viðurskifti at hanga saman.
Hóast vit ikki eiga at kjósa fakbólkar, ið hava uppiborið mestan heiður fyri bæði góðu gongdina og fyri at hava tikið eitt øgiligt tak, meðan á stóð, so er púra greitt, at eitt sterkt og breitt vælferðarsamfelag er neyðugt fyri allar borgarar. Og serliga í einari kreppustøðu.
Fyri at bøta um alt umsorganarøkið kundi landsins leiðsla eitt nú hugt at og betra um normeringina; lækka arbeiðsvikutímatalið; og eisini styrkt summi viðurskifti á skúlaøkinum.
Púra greitt er, at við smærri bólkum hava lærarar í innskúlingini tær seinastu 2-3 vikurnar merkt, at teir røkka øllum næmingum, og at næmingar tískil fáa nógv meira burturúr. Ein onnur hjáveiða er, at atferðin er batnað munandi hjá fleiri næmingum, nú børnini hava verið býtt í smærri bólkar.