Tíðindi/Greinar
06.10.2020
Sjálvt um øll okkara grannalond stríðast við koronu, eins og vit gera, og hava úr at gera við at fáa tingini at ganga, so finna vit kortini stundir til at hava teir fundir, ið vóru lagdir á skrá fyri mars. Innihaldið fyri fundirnar er sum tað eigur og sambært viðtøkunum, men úrtøkan er ikki hin sama. Tá ein fundur verður hildin á Teams, missir tú allan tann óformella partin, sum er so týdningarmikil; eg vil tó siga, at tað er betri at hava ein Teams-fund enn ongan fund.
Tíðin gongur skjótt, og hetta er longu annar fundurin, sum NFSP-nevndin hevur gjøgnum Teams. Øvelse gør mester, so hesin fundurin gekk nógv betur enn tann fyrri, luttakararnir vóru kringari við tøknini og vóru eisini skjótari til at taka orðið og gera viðmerkingar.
Ein fastur táttur á fundinum er aktuelt úr øllum londunum. Tað er áhugavert hoyra, hvat gongur fyri seg á serøkinum í okkara stóru grannalondum. Hesaferð eins og seinast, so var korona á skrá, seinast meiri, hvussu tað ávirkar skúlan sum heild, og hesaferð hvussu tað ávirkar serundirvísingina og/ella næmingar, ið hava brúk fyri serligari hjálp í skúlanum.
Fyribils tøl, ið tey vístu á, søgdu, at henda undantaksstøðan, ið vit øll hava verið í, hevur ávirkað serøkið. Av tí at skúlar hava sett serlig tiltøk í verk fyri at ganga ásetingum viðvíkjandi koronu á møti, so hevur man verið noyddur at taka teir lærarar, ið undirvísa í sertilboðum, partvís úr tí arbeiðinum og yvir í floksundirvísingina.
Tað hevur eisini ávirkað teir næmingar, ið ikki hava verið í skúla. Teir næmingar, ið hava hjálp fyri neyðini til at gerandisdagurin skal ganga væl, hava knappliga ein gerandisdag, ið sær heilt øðrvísi út, og tað megna fleiri illa. Sjálvt um tað hava verið negativar fylgjur av koronu, so var eisini nevnt, at teir næmingar, ið ikki vilja í skúla, hava havt eina positiva uppliving. Teir hava ikki verið noyddir út av húsum og kunnu sita í heimligum umhvørvi og fáa undirvísing sum øll onnur.
Grannalondini hava longur gjørt greiningar og kanningar av ávirkanini hjá koronu; tað gleðiliga her hjá okkum er, at Granskingarráðið hevur játtað tveimum verkætlanum, ið hava við fólkaskúlan at gera, stuðul undir Covid-19-verkætlanir. Onnur, har hugt verður at næminginum í fólka- og miðnámsskúlunum, og hin, har hugt verður at leiklutinum hjá stuðlandi leiðslunum. Eftir míni meting, so verður alt ov lítið granskað í fólkaskúlanum, so tað er gleðiligt, at hesar báðar verkætlanirnar eru á veg. Spennandi verður at síggja úrslitini, kanska serliga sæð við brillunum hjá einum, ið hevur undirvíst á serøkinum.