Tíðindi/Greinar

09.07.2019

Týdningarmikla, góða arbeiðsbyrjanin

Vit eiga øll at taka væl ímóti nýútbúnu lærarunum. Akkersskipanin loftar nógvum, men øll, sum skulu samstarva við nýggjar lærarar, hava eisini ein týðandi leiklut fyri at tryggja, at teirra arbeiðsbyrjan verður so smidlig sum gjørlig. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Umframt teir mongu hundrað lærararnar og skúlaleiðararnar fara tíggjutals nýggir lærarar til verka eftir summarfrítíðina. Hesir munnu verða serliga spentir at sleppa at royna seg í skúlanum, har ástøði og starvslæran vónandi rennur saman í eina hægri eind.

Tó mugu nýggir lærarar altíð vera til reiðar at virka í óvæntaðum støðum, sum hvørki skúli ella starvslæra kann brynja teir í fullan mun til. Júst tí er alneyðugt hjá leiðslum at seta skikkað akkersfólk at vegleiða og vera ein stuðul hjá nýggjum lærarum í avbjóðandi, fyrsta arbeiðsárinum.

Ger tær dælt av skipanini

Akkersfólk og nýútbúnir lærarar hava sambært sáttmálanum bæði rætt til 40 tímar til samskifti og vegleiðing. Umráðandi er, at nýggi lærarin nýtir hendan rættin og fer til sítt akkersfólk, um tað er nakað fakligt ivamál, ella um eitt nú ein næmingur ikki trívist.

Mangan ivast tann nýggi lærari í, um onkur ivasom støða hjá næmingi ella onkur hending í einum flokki er nóg ógvuslig til at seta seg í samband við foreldrini. Og um so er, á hvønn hátt hetta skal gerast? Við at skriva teldupost, ringja ella møguliga ynskja ein fund?

Hetta eru viðkomandi spurningar og støður, sum tann nýggi lærarin – serliga um ein er flokslærari – ivaleyst rennur seg í. Og er akkersfólkið ein royndur lærari, so hevur hesin helst onkur góð ráð ella tvey.

Okkara leiklutur

Í tí fyri teimum flestu rokmiklu og heldur ørkymlandi arbeiðsbyrjanini gevur tann nýggi lærarin sær helst ikki far um, hvussu týdningarmiklan leiklut, vit hava.

Sum skrivað stendur, so skulu vit veita fakligar førleikar, geva íblástur og menna og fyrireika okkara næmingar til framhaldandi góða tilveru í einum fólkaræðisligum samfelag. Men vit eiga ikki at gloyma tann sokallaða menniskjaliga partin.

Eru vit orkurík, tá ið vit koma inn í ein skúlaflokk, eru vit viðvirkandi til glað børn og ein jaligan hugburð í flokkinum. Virðingin og gott arbeiðslag er nakað, við mugu stremba eftir, og ein partur er at vera góður við børnini. Soleiðis fært tú virðing, gevandi floksumhvørvi og eina góða skúlamentan, sum er til gagns fyri øll.

Vælkomin í føroyska fólkaskúlan!

 

 

 

 

 

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni