Tíðindi/Greinar

28.10.2024

Tørvurin veksur, ímeðan játtanin minkar

Hetta samgonguskeiðið hevur verið tosað um meiri tíð til einstaka næmingin, færri næmingar í flokkunum, tvílæraraskipan og betri móttøku av næmingum, ið koma uttaneftir. Nú fíggjarlógin er løgd fram, sær út til, at hálv fimta millión skal sparast í fólkaskúlanum. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.

Saman við teimum 700.000 krónunum, sum eisini eru fluttar til Undirvísingarstýrið, verður sparingin góðar fimm milliónir krónur.

Landstýrismaðurin í Barna- og Útbúgvingarmálum var í Degi og viku 14. oktober. Her vónaði eg at fáa eitt sindur at vita um komandi sparingarnar í fólkaskúlanum. Eg má staðfesta, at eg ikki skilti landstýrismannin. Hann tosaði um at niðurleggja onkrar tíggjundaflokkar, minka um royndar- og menningarvirksemið men framvegis at hava sama starvsfólkatal. Játtanin til fólkaskúlan er í høvuðsheitum lønir. So tá ið sparingar eru á økinum, so er trupult at ímynda sær, at hetta ikki fær avleiðingar fyri starvsfólkahópin.

Talið av næmingum, sum eru í sertilboði, veksur. Samstundis er bíðitíðin at koma framat á Psykiatriska deplinum long. Alt fleiri næmingar eru í skúlunum, ið ikki skilja nóg væl føroyskt til at fáa tað burtur úr undirvísingini, sum teir eiga. Ofta vita lærarar, hvørjum tørvur er á, fyri at hesir næmingar trívast betur í skúlanum. Játtanin til skúlarnar er tó so tepur, at tað ikki er møguleiki hjá leiðslunum at gera tær tillagingar, sum skulu til fyri at gera umstøðurnar hjá næmingunum góðar.

Seinastu árini hava grannalondini arbeitt við at fáa skjóta hjálp til næmingar, ið hava tørv á tí. Hetta kann vera eitt sindur av eykaundirvísing í einstøkum lærugreinum, stuðul til at vera inni í flokkinum ella onkur onnur skipan. Næmingarnir eiga at kenna seg væl, tá ið teir eru í skúla, men tá ið umstøðurnar ikki eru nøktandi, so kann tað hava ómetaliga neiliga ávirkan á næmingin, bæði kensluliga og fakliga. Tí eiga vit at hava so mikið góðar umstøður í skúlunum, at skúlaskipanin hevur møguleika at tillaga seg.

Hóast ætlanir um sparingar á fólkaskúlaøkinum eru í væntu, vóni eg, at tær broytingar, sum hava ligið í kortunum um lækkað næmingatal, tvílæraraskipan og betri umstøður til einstaka næmingin verða veruleiki. Við at geva lærarum betri møguleikar at vera um einstaka næmingin kunnu vit minka munandi um tørvin á serskipanum, samstundis sum vit betra um skúlatíðina hjá næminginum.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni