Tíðindi/Greinar
08.07.2019
Hetta er tann tíðin á árinum, har lærarar í tíðaravmakaðum starvi skulu vigast. Onkur verður vigaður og funnin ov lættur, ímeðan tað gongur lagaligari hjá onkrum øðrum. Fyri meg sum starvsfelaga og sum nevndarlim Føroya Lærarafelags er hetta altíð ein tung tíð.
Ár eftir ár havi eg víst á, at skipanin ikki er nøktandi. Tað kann ikki vera rætt, at lærarar, ið hava starvast í einum skúla í fleiri ár, á hvørjum ári skulu kenna seg ótryggan og ikki vita, hvørt tey hava starv eftir summarsteðgin ella ikki, og um lønarinntøkan steðgar 31. juli ella ikki.
Vit fara altíð at hava tíðaravmarkað størv í skúlunum, orsakað av tíma- ella næmingareguleringum, farloyvum o.ø. Hesi størv mugu skipast soleiðis, at lærarar í hesum størvum ikki áhaldandi arbeiða undir treytunum av royndartíð.
Tá tú søkir títt egna starv á hvørjum ári, so er hvørt arbeiðsár at meta við royndartíð. Tað er púra óvanligt og ómenniskjaligt at hava fólk í starvi upp á royndartíð í áravís.
Stjórin setur starvsfólkini í skúlanum. Tað er ein av størstu uppgávunum hjá leiðslunum at skipa ein góðan skúla við góðum arbeiðsumhvørvi og góðum arbeiðsumstøðum hjá lærarunum. Hetta letur seg ikki gera, tá lærarar eru so ótryggir í sínum starvi.
Leiðslur eiga at lata lærarar vita, um teirra arbeiði livir upp til tær væntanir leiðslan hevur av arbeiðsuppgávunum, og um onkur arbeiðsuppgáva ikki er loyst nøktandi, eigur lærarin at fáa boð frá leiðsluni um hetta, soleiðis at lærarin hevur møguleika at læra av hesum, og at fáa sær teir førleikar, ið krevjast fyri at loysa uppgávurnar nøktandi.
Í heyst verða samráðingar. Tá mugu vit fáa eina loysn á hesi ótolandi støðuni hjá lærarum í tíðaravmarkaðum starvi. Vit kunnu ikki liva við, at vit hava útbúgvin, dugnalig fólk, sum arbeiða undir so ótryggum viðurskiftum.
Vit hava áður víst á, at tað má fáast ein tryggari loysn fyri hesar lærarar, ið ár eftir ár eru settir í tíðaravmarkað starv við sama skúla, og á hvørjum ári mugu søkja sítt egna starv.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan