Tíðindi/Greinar

25.07.2019

Tíð, orka og viðurkenning hevur týdning

Stutt áðrenn, vit fóru í summarferiu, var sjónvarpsending í donsku miðlunum um vánaligu barnaansingina í donskum barnagørðum. Tað er ongin av okkum, ið hevur sæð sendingina, ið ikki veruliga tók synd í børnunum, sum vóru á dagstovninum, har tey ikki vóru sæð, vird, hoyrd, men heldur vóru tað, vit kunnu kalla illa viðfarin. Stakkals børn, sum verða koyrd á stovn, har hesi vánaligu viðurskifti vóru veruleiki. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Sjálvandi var tað, vit sóu í sendingini, skelkandi, og skjótt er til at verða ørkymlað og ill um, at vaksin fólk kunnu bera seg soleiðis at ímóti smáum, hjálparleysum børnum.

Eftir at fyrsti skelkurin hevði lagt seg, fór eg at hugsa um arbeiðsviðurskiftini hjá hesum starvsfólkum. Lat meg undirstrika, at atburðurin hjá hesum vaksnu ikki kann forsvarast, men eg fór at hugsa um, hvat tað er, sum ger, at vaksin útbúgvin fólk bera seg soleiðis at. Kanska er tað arbeiðsviðurskiftini, ov lítil orka ella onkur onnur frágreiðing?

Tankarnir leitaðu til okkara arbeiðsumstøður. Kunnu vit koma í líkandi støðu? Eg veit tað ikki, men eitt er vist, at er orkan og tíðin ikki tann, ið skal til, so er skjótt, at okkurt óheppið kann henda. Í Føroyum hava vit ein fevnandi fólkaskúla. Hetta merkir, at vit hava næmingar við ymiskum avbjóðingum inni í skúlaflokkunum. Rigga hesir næmingar illa saman, vita vit, at tað skal eitt stórt arbeiði til, fyri at betra um samanhaldið og tolsemið í flokkinum, soleiðis at allir næmingarnir trívast væl.

Við rætta hugburðinum og góðum treysti kunnu nógvar uppgávur loysast, men um tíðin og orkan ikki svara til uppgávuna, so kann tað veruliga gerast ein avbjóðing at náa málinum.

So er tað viðurkenningin. Tað hevur týdning, at vit sum lærarar viðurkenna, at tað kann vera trupult hjá næmingunum, og um vit ikki viðurkenna tað, hava vit ikki eins lætt við at átaka okkum tað arbeiðið, sum skal til. Samstundis eiga leiðslur eisini at viðurkenna, at summar støður krevja meiri tíð og orku enn aðrar, soleiðis kunnu leiðslur stuðla lærarum í arbeiðinum.

Aftur til óhugnaligu sjónvarpsendingina. Eg hugsi ikki, at námsfrøðingarnir eiga allan feilin. Tað er heilt vist, at orkan og tíðin til arbeiðsuppgávuna eru púrasta úr javnvág. Vit hava so ofta hug at hyggja at dønum, fyri síðan at tillaga okkara viðurskifti til okkurt, ið líkist tí, ið danir hava sett í verk. Vónandi eru vit skilabetri enn at taka barnaansingar- og skúlapolitikkin úr Danmark til okkara.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni