Tíðindi/Greinar

07.09.2020

Tíð at hugsa um veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags

Í ár hava lærarar og skúlar longu við skúlabyrjan møguleikan at leggja verðurlagsvirðislønina hjá Føroya Lærarafelag inn í ársætlanirnar. Andrea á Rípuni, næstforkvinna Føroya Lærarafelags, skrivar

Nú nýtt skúlaár er byrjað, eru øll farin at leggja ætlanir fyri árið. Hetta er ein sjálvsagdur partur av arbeiðinum. Metast skal um, hvat skal gerast komandi árið, og hvat ikki skal gerast. Í ár hava lærarar og skúlar longu við skúlabyrjan møguleikan at leggja verðurlagsvirðislønina hjá Føroya Lærarafelag inn í ársætlanirnar. Hetta merkir, at longu nú kann arbeiðast við einum evni, verkætlan ella einari ætlan fyri allan skúlan. Úrslitið av hesum arbeiði skal so sendast inn til felagið, á henda hátt er man við til, at skúlin kann fáa eina viðurkenning fyri at arbeiða við burðardygd. Virðislønin varð latin á fyrsta sinni í fjør, tá var freistin heldur stutt, soleiðis er ikki í ár. Í fjør varð kunnað í hvønn krók í fólkaskúlanum um virðislønina, men bert tveir skúlar sendu uppskot inn at taka støðu til. Vónandi verða tað fleiri skúlar, ið vilja gera sítt til, at dagsins avbjóðingar, ið vit hava við veðurlagnum, kemur á dagsskrá.

Korona hevði stóra ávirkan á farna skúlaárið, vónandi verður tað bert byrjanin av hesum árinum, ið verður merkt, soleiðis, at tær ætlanir, ið lærarar leggja fyri árið, kunnu førast út í lívið.

Her hugsi eg serliga um ta undirvísing, ið er annað enn bert bóklig. Verkætlanir, ið m.a. kunnu hava við burðardygd og veðurlag at gera. Um so er, at skúlin ella ein flokkur leggur áherðslu á minst eitt av hesum er møguleiki at fáa viðurkenningina.

1) at skara framúr í arbeiðinum við útbúgving í burðardyggari menning

2) at verða virkin í arbeiði at økja tilvitanina um, hvussu verðurlagsavbjóðingar kunnu loysast. Eitt nú við staðbundnum loysnum innan orkunýtslu, burturkast, nýtslu, keyp og flutning

3) at fáa burðardygga menning við í arbeiðið ella undirvísingina á skúlanum.

Fyrsti vinnarin av virðislønini var Eysturskúlin, ið hevur ein urtagarð, sum næmingar saman við lærarum taka sær av. Hetta skapar gleði hjá lærarum og næmingum, bæði hjá teimum, ið eru við, og teimum, ið hyggja at. Hetta slag av arbeiði breiðir seg og skapar tí ringvirkningar, ið ringir eru at steðga og bera ávøkstur.

Felagið fegnast um, at tað á henda hátt kann verða við til at varpa ljós á so týdningarmikil mál, og samstundis varpa ljós á alt tað góða arbeiði, sum lærarar stand fyri í skúlunum kring landið.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni