Tíðindi/Greinar
30.05.2023
Ímeðan avbjóðingarnar hjá næmingum í fólkaskúlanum gerast fleiri, bíðirøðin til Sernám og psykiatriska depilin økist, og alt fleiri lærarar vísa á avbjóðingar við at hava tíð til einstaka næmingin, stendur tímajáttanin til fólkaskúlan í stað. Á fleiri skúlum er næmingatalið í flokkunum oman fyri tað, sum lógin ásetur.
Lógin sigur: Við skúlaársbyrjan eigur næmingatalið vanliga ikki at fara upp um 24 í hvørjum flokki.
Onkrastaðni í skipanini er næmingatalið 24 økt til 25, 26 og í summum førum 27. Tað sigur seg sjálvt, at tá tað eru so nógvir næmingar, sum skulu royna at fáa sum best burtur úr tíðini saman við læraranum, so er ikki nógv tíð til einstaka næmingin. 25-26 næmingar og undirvísingartíðin er 45 minuttir. Tá fráveruskráseting og felagsboðini eru avgreidd, so eru 25-30 minuttir eftir av tímanum, so er lætt at rokna, hvussu nógv tíð er til einstaka næmingin. Umleið ein minuttur.
Næmingar, ið hava tørv á nágreiniligari frágreiðing, øðrvísi undirvísingartilfari, øðrvísi arbeiðshættum ella bara at verða sæddir og hoyrdir, tí eitthvørt órógvar teir, hava sostatt ein minut til hetta.
Tað sýnist, sum um at vit ikki seta økta talið av børnum við avbjóðingum í samband við lítlu tíðina, vit hava til einstaka barnið. Tað hevur stóran týdning fyri trivnaðin hjá okkum øllum at verða sædd, hoyrd og vird. Tá lærarin hevur so lítla tíð, ber ikki til at náa hesum. Tað gongur út yvir trivnaðin, bæði persónliga og felags trivnaðin. Við øktu uppgávunum í fólkaskúlanum, og tíðini næmingar og lærarar fáa til at náa uppgávurnar, so meti eg ikki, at tað er við einstaklinginum fyri eyga, at tímjáttanin ár eftir ár er hin sama. Um vit fáa gjørt eina munagóða broyting við tímajáttanini, ivist eg ikki í, at talið av børnum við avbjóðingum fækkar, samstundis, sum trýstið á Sernám og psykiatriska depilin minkar. Tað er hugaligt at hoyra Magnus Tausen í Breddanum í KvF tosa um møguleikar til einstøku skúlarnar at skipa seg. Men tá lærarar og leiðslur ár eftir ár skulu skipa seg í eini ov trongari játtan, so er rásarúmið ikki vert at tosa um, tí tað er nærum ósjónligt.
Sum minsta mark mugu vit kunnu rokna við, at lógir verða hildnar. Tað er sjálvandi ikki ókeypis at broyta verandi tímajáttan, soleiðis at skúlar kunnu arbeiða eftir landsins lógum. Tað kann ikki vera rætt, at vit hava lógir, sum ikki verða hildnar. Við lóg skal land byggjast, og soleiðis má eisini vera.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan