Tíðindi/Greinar
05.08.2020
Á aðalfundi Lærarafelagsins hoyrdu vit Jenis av Rana tosa um happing og tær kanningar, ið hava verið gjørdar um happing í føroyska fólkaskúlanum. Sjálvandi skulu vit tosa um happing og gera okkara besta fyri, at happing ikki verður ein trupulleiki. Tó hevur tað undrað meg, at ongin kanning er gjørd, sum vísir, um tað eru felags umstøður, har happing gerst ein partur av mentanini. Eitt nú í hvønn mun útiøkið ávirkar trivnaðin hjá næmingunum.
Tað er stórur munur á børnum og teimum spølum, børn finna uppá fyrr og nú. Tað er mangan stuttligt at hoyra tey eldru tosa um, hvussu tey spældu við kjálkamuur, ymisk træsprek og annað. Sjálvandi ynskja vit okkum ikki umstøður, har leikur eru ein mangulvøra, men tá tey eldru siga frá, fái eg varhugan av, at børn dugdu betur at finna uppá fyrr.
Tað er ilt at vita, nær og hvør fekk hugskotið, at skúlagarðar skulu vera asfalterað øki. Fleiri kommunur eru farnar undir at betra útiøkið um skúlan, og hetta er at gleðast um. Í londunum rundan um okkum hava tey leingi arbeitt við at hava útiøki, ið geva børnunum íblástur til spæl, samstundis, sum tey stimbra børnini fysiskt. Tað hevur avgjørt ávirkan á, hvussu børnini eru saman í fríløtunum, kanska serliga nú vit ynskja, at tey eru meiri saman og minni á fartelefonini ella øðrum skermum.
Tey vøkru summarkvøldini, ið hava verið, hava børn hitst á onkrum skúlaøkjum. Tað vísir, at børnini trívast á skúlaøkinum, og hetta gerst samstundis ein partur av bygdini. Tað hevur týdning fyri trivnaðin hjá næmingunum, at økið um skúlan er væl hildið og gevur íblástur til spæl. Tað kann hugsast, at har sum næmingar onki vita sær at taka sær til, er trupulleikin við happing størri. Heldur enn at koma við niðurstøðum, sum vísa, at happing er, áttu vit at hugt nærri at, hvørjar umstøður eru, har happingin fer fram. Sjálv havi eg varhugan av, at happingin er munandi minni, har stórur dentur er lagdur í útiøkið, og har næmingar hava atgongd til fleiri aktivitetir, ið teir ikki sjálvir skulu finna uppá.
Fara vit í Føroyum framhaldandi at gera kanningar um happing, sum tær, ið hava verið? So áttu vit samstundis at kannað, hvat tað er, ið ger, at happingin fer fram. Tað er lætt at staðfesta, tá happing er, men tað er ikki eins einfalt at finna loysnir, sum betra um støðuna. Um tað er, at útiøkið kann hava ávirkan á happing, so áttu vit lættliga at fingið loyst ein part av trupulleikanum. Tá børn spæla og hava tað stuttligt, tá er lætt at trívast.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan