Tíðindi/Greinar
13.03.2019
Vit óttaðust, at ætlanin um at skerja við lóg tveir tímar í hvørjum floksstigi fór fyrr ella seinni at elva til, at færri tímar vórðu játtaðir til fólkaskúlan. Hetta hevði elvt til, at eini tjúgu lærarastørv fóru at hvørva úr skúlaverkinum. Føgru orðini um at flyta orkuna til ymsar aðrar undirvísingarskipanir og menningarátøk kundu sannlíkt elvt til, at onnur landsstýri og løgtingsfólk í nærmastu framtíð bert hildu seg til tímabýtið og harvið spardu eina rúgvu av peningi.
Við seinastu útmeldingini hjá landsstýriskvinnuni, so er líkt til, at hon ætlar at geva leiðslum frælsi at skerja tímar, um tey ynskja tað, og framvegis halda seg til sama tímabýtislykil. Tó við einum undantaki, sum er, at móðurmálið verður friðað.
Hetta eru aðrir tónar. Trupulleikin er og verður, tá ið tað við lóg verður skorið niður í hvørjum floksstigi. Ikki bert er tað sera illa umhugsað og ikki tengt at gransking ella kanningum, men eisini vendist illa aftur, tá ið hetta ógvusliga stig er framt.
Hoyringarskipanin og fólkaræðið virka
Tá ið nevndin fekk uppskotið um broytingar í fólkaskúlalógini til hoyringar í desembur, so nýttu vit nógva orku til málið. Vit hugsavnaðu okkum eitt nú um at vísa á vandan við, at vit mistu lærarastørv, og at vit ikki vildu, at hetta skuldi gerast við lóg. Eisini vístu vit á, at grundgevingarnar fyri serliga at broyta timabýtið í grunddeildini vóru sera tunnar.
Eisini vístu vit á, at ætlaðu broytingarnar í skipanini við 10. flokkum var ivasom og hevði givið okkum færri tímar og harvið viknað um lærarastøðuna. Eisini her tykist landsstýriskvinnan og hennara fólk at hava lurtað og snarað í málinum.
Vit vóna framvegis, at undirvísingardagatalið verður minkað úr 198 døgum til 193. Hetta gevur pláss og umstøður til eina góða skúlabyrjan, har lærarar hittast og arbeiða í toymum og fyrireika árið eina viku undan, at børnini møta.
Hetta fer eisini at føra við sær, at børn og lærarar fáa eina vetrarferiu, men at lærarar framvegis eru bundnir at arbeiða 198 dagar, har fimm av hesum døgum eru ráðleggingardagar. Hesa broyting kann landsstýriskvinnan gera við einari einfaldari kunngerð.
Avbjóðandi fyri leiðslur
Hóast frælsi sjáldan er neiligt, so merkir heimildin hjá leiðslum at skipa tímabýtið í ein ávísan mun, at leiðslur kunnu fáa avbjóðingar við hesari skipan. Tað er nevniliga ikki lætt at umskipa tímabýtið í ávísum floksstigum, og heldur ikki lætt at velja og velja frá. Helst vildu leiðslur sloppið undan hesum arbeiði, tí hetta fer at krevja nógv samskifti og samstarv innanhýsis og eisini við lærarar.
Helst laga leiðslur hetta arbeiði eftir, hvørjir tøkir lærarar eru til ávísar uppgávur. Hetta kann bæði verða ein fyrimunur og ein vandi fyri ávísar lærugreinar. Og hvussu við námsætlanunum og próvtøkuhátti, um onkur lærugrein verður skorin í helvt?
Nógvir ósvaraðir spurningar eru, men helst kunnu hesir svarast á skilagóðan hátt. Vit fegnast í øllum førum um, at landsstýriskvinnan og hennara fólk í MMR lurtaðu eftir serkunnleikanum og skúlafólkum. Sum skipanin nú væntandi fer at síggja út, hava vit nú tryggjað okkum, at vit ikki missa lærarastørv