Tíðindi/Greinar

13.12.2017

Tá harðskapur gerst ok

Í fólkaskúlanum hava vit mannagongdir og vegleiðingar fyri t.d. happing, deyða, eldi og hjúnaskilnaði. Hetta eru mannagongdir, ið eru sera hentar at hava; havi sjálv verið út fyri, at mítt arbeiðspláss hevði eina tilbúgving í smb. við deyða, meðan grannastovnurin onga hevði. Tá kendi eg, hvussu heppin eg var. Tað sama er tó ikki galdandi, tá lærarin kemur út fyri skelkandi hendingum ella upplivingum í arbeiðstíðini. Andrea á Rípuni, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Eg havi enn ongantíð sæð eina mannagongd fyri t.d. harðskap á arbeiðsplássinum. Orsøkin er ikki, at tað ikki er brúk fyri henni, ella at hon ikki er eftirspurd. Tíverri er tað soleiðis í dag, at lærarar eru útsettir fyri harðskapi í sínum arbeiði.

Tað hevur verið nógv fokus á harðskap í t.d. parløgum, og hetta er alneyðugt at læra okkara ungdóm, men harðskapur er ikki einans í parløgum. Skulu vit sum professionell standa modell til at verða t.d. sligin? Um so er, hvar endar so gongdin? Er tað rætt, at vit læra okkara børn og ungu, ið kanska/kanska ikki hava nakrar trupulleikar at stríðast við, at harðskapur er ein útvegur, tí tað verður góðtikið, at harðskapur aðrastaðni enn í parlagnum er í lagi?

Vit fáa javnan at vita, at hetta eru børn, sum vit hava við at gera, lærarin er tann vaksni og skal vísa tolsemi og vera skiljandi, men so endar samrøðan. Tað er lærarin, ið skal finna svarið, samstundis sum ágangur verður framdur ímóti honum.

Hetta er ein trupulleiki, ið vit sum fakfólk mugu taka í størsta álvara, og sum vit eru noydd at seta orð á. Tað er ongin skomm at siga frá. Harðskapur innan skúlans gátt er ikki øðrvísi enn harðskapur aðrastaðni og kann als ikki góðtakast.

Her skal ikki bert hugsast um læraran, hesir næmingar hava eisini foreldur. Eg nokti at trúgva, at foreldrini halda, at tað er í lagi, at teirra barn er harðligt. Foreldur vilja, ynskja og vóna tað besta fyri síni børn.

Afturat hesum eru eisini floksfelagarnir. Teir eru vitni til alt, ið hendir í skúlanum, bæði av góðum og ringum. Um so er, at harðskapur er partur av skúladegnum, her hugsi eg bæði um likamligan og sálarligan harskap, so eru floksfelagarnir ”tiknir gíðslar” í hesum veruleika. Samstundis sum øll eru samd um, at vit læra best, tá vit trívast.

Svarið til henda spurning er ikki einfalt, og eg havi heldur onki svar. Tó kann eg siga, at tøgn loysir ongan trupulleika. Vit mugu hava møguleikan at tosa opið. 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni