Tíðindi/Greinar
06.02.2024
Tvílæraraskipan. Orðið, sum er nevnt 114 ferðir í tilmælinum um broytingar í fólkaskúlalógini.
Ikki eitt ókent orð. Ikki ein ókend skipan. Men vónandi ein uppraðfest skipan til gagns fyri myndugleikan, leiðsluna, læraran, næmingin og foreldrini.
Tað stundar til aðalorðaskiftið í løgtinginum. Hetta aðalorðaskiftið skal snúgva seg um fólkaskúlan. Fólkaskúlin tykist ikki at fylla nógv ímillum nógvar politikkarar, so spenanndi verður at frætta, hvat politikarin heldur eigur at verða gjørt fyri at fáa ein enn betri og ein framtíðartryggjaðan fólkaskúla.
Á krossmessu í 2023 varð handað eitt tilmæli um broytingar í fólkaskúlalógini. Politiskur fylgibólkur, umboðandi øll, ið varða av fólkaskúlanum, mannaðu henda bólk.
Tilmælið hevur nógv gott at bjóða upp á. Fólkaskúlin er neyvt lýstur – somuleiðis nógv av tí, ið skal til fyri at framtíðartryggja fólkaskúlan. Eitt av hesum var tað, sum greinin byrjaði við – tvílæraraskipanin.
Bólkurin lýsir tvílæraraskipanina soleiðis: Endamálið við tvílæraraskipanini er at fáa eina vælskipaða undirvísing, sum kann taka atlit til hvønn einstakan næming, og at hvør næmingur er partur av einum sosialum og fakligum felagsskapi. Tað eigur at økja um trivnaðin og læringina, at fleiri vaksin eru í flokkinum, soleiðis at styrkt samband er millum lærarar og næmingar, og við hesum skuldu fortreytirnar fyri at læra og trívast verið munandi betri.
Tað er júst tað omanfyri nevnda, ið talar fyri, at tvílæraraskipanin verður víðkað og styrkt.
Lærarar fáa betri stundir at vera saman við næmingunum. Hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur. Vit fáa tá betri stundir at stuðla næminginum, sum t.d. hevur fakligar avbjóðingar, og vit fáa stundir at avbjóða næmingin, har tað fakliga fellur lætt. Vit fáa tá enn betri møguleika til fakliga sparring.
Í yngstu flokkunum kenna vit tvílæraraskipanina. Hon er í 1. og 2. flokki. Hetta er tá ein serstøk skipan, sum verður sett í verk, um tað eru ímillum 18 og 26 næmingar í hvørjum flokki. Talan er tó ikki um tvílæraraskipan allar tímarnar, næmingarnir eru í skúla, men fyri ein part. Alt eftir, hvussu nógvir næmingar eru í flokkinum.
Tað eru nógvir fyrimunir við tvílæraraskipanini, tá hon verður gagnnýtt rætt.
Vit hava tíverri dømi, har leiðslan manglar vikarar at lesa tímar fyri lærarar, sum eru burtur av onkrari orsøk, at tað tá verður farið inn í tvílæraraskipanina eftir einum lærara. Hetta er als ikki i lagi, tí tá er skipanin ikki til gagns fyri tann, ið upprunaliga skuldi fáa gagn av henni.
Tað er gott, at tvílæraraskipanin verður so nógv umtalað í álitinum. Eg vóni, nú aðalorðaskifti verður um fólkaskúlan, at politikarar síggja týdningin av at seta nokk av tímum av til fólkaskúlan, so tað kunnu standa tveir lærarar í flokkunum og undirvísa.
Undirvísingin og úrtøkan hjá næmingunum verður betri, tá fleiri lærarahendur eru at hjálpa og stuðla.
Tá fáa vit lærarar møguleikan at skipa samlæring, vit fáa eygleitt flokkin, ímeðan annar parturin undirvísir, vit hava møguleika at býta flokkin sundur í smærri bólkar og undirvísa bólkunum. Møguleikarnir eru nógvir. Hesir møguleikar fara at føra við sær, at vit fáa betri lærarar, betri næmingar og betri umstøður at fremja eina dygdargóða, læruríka og góða undirvísing.