Tíðindi/Greinar
27.08.2024
Tað eru ikki rakettvísindi, at tað sanniliga krevur sín lærara at standa einsamallur við 26 næmingum. Tað er ein ógvuliga stór og samansett uppgáva. Næmingar eru tíbetur ymiskir og hava sostatt eisini ymiskan tørv. Hesum skulu lærarar so lofta og eisini bera so í bandi, at næmingarnir mennast fakliga og menniskjaliga. Og tað er ikki lætt, tá ið tú ert einsamallur lærari við t.d. 26 næmingum. Hetta er ikki grenj, men ein staðfesting av veruleikanum.
Fyri næmingarnar er støðan heldur ikki ynskilig. Tað sigur seg sjálvt, at tað kann vera trupult hjá teimum at finna seg til rættis í einum so stórum flokki. Summir næmingar klára at laga seg til støðuna, men aðrir stríðast og hava ilt við at sættast við umstøðurnar. Avleiðingarnar kunnu vera ymiskar; summir næmingar krevja støðugt uppmerksemi, og aðrir fara so at siga inn í seg sjálvan. At næmingar bera seg soleiðis at er púra natúrligt. Tað er einki galið við næmingunum, men tað er galið skipanini, sum loyvir hesum umstøðunum.
Høvdu tveir lærarar verið um flokkin, høvdu teir kunnu loftað teimum ymisku støðunum so øgiliga nógv betur. Sjálv undirvísingarstøðan hjá læraranum hevði batnað munandi, og møguleikarnir at skipa undirvísingina høvdu eisini verið fleiri. Lærararnir kunnu tá velja, at báðir eru inni í floksstovuni og samstarva um undirvísingina. Tað er givið, at tað er lættari hjá tveimum lærarum at røkka øllum næmingunum enn hjá einum einsamøllum lærara.
Ein annar møguleiki er, at annar lærarin undirvísir meginpartin av flokkinum í floksstovuni, og hin lærarin so undirvísir einum smærri bólki av næmingum í einum høli fyri seg. Tað setur sjálvandi krøv til hølini í skúlanum, men slíkt má havast í huga, tá ið skúlar verða bygdir ella umbygdir. Tað er gerandiskostur í skúlanum, at lærarar hava brúk fyri at fara í eitt annað høli at undirvísa nøkrum næmingum.
Tá ið til stykkis kemur, er hetta ein spurningur um pengar, og harvið ein spurningur um, hvussu politiski myndugleikin raðfestir fólkaskúlan. At hava tveir lærarar til ein flokk ein stóran part av tíðini kostar sjálvandi meira, men teir pengarnir høvdu verið væl givnir út. Tað hevði styrkt undirvísingina og ikki minst sambandið millum lærara og næming. Og tað kann røkka langt!