Tíðindi/Greinar
18.01.2017
Føroyskir næmingar fáa undirvísing í svimjing í skúlunum, og tað er gott. Svimjiførleikarnir, næmingarnir fáa, eru til stóra gleði hjá teimum og kunnu bjarga lív. Tað eru svimjilærarar, ið undirvísa í svimjing í skúlunum, og tað er týdningarmikið, at teir fáa førleikament seg sum undirvísarar svimjing og javnan fáa dagført síni prógv sum lívbjargarar. Tí at tað týdningarmesta í svimjiundirvísingini er, at trygdin er í lagi.
Svimjisamband Føroya hevur í nøkur ár hildið skeið í lívbjarging fyri ábyrgdarpersónum í svimjihallunum. Hesi skeið hava verið í svimjifeløgum og einstakum skúlum kring landið. Eingin skipan hevur verið, har svimjilærarar í skúlunum fáa dagført sín førleika at lívbjarga. Mentamálaráðið gjørdi undan jólum í fjør av at seta eina skipan í verk, so at allir svimjilærarar í fólkaskúlanum fáa hetta skeið í lívbjarging, og at tað á hvørjum ári verður endurnýggjað. Hetta eru góð tíðindi, og fyrsta skeiðið av hesum slag var longu 13. og 14. desember í Eysturskúlanum.
Skeiðið í Eysturskúlanum var hildið av Sørini S. Djurhuus, ið er instruktørur í lívbjarging hjá Svimjisambandinum. Skeiðið var í tveimum pørtum, ein ástøðiligur partur, ið er 2 tímar, og ein verkligur partur og lívbjargingarroynd, ið er í svimjihøllini og tekur 3 tímar. Sjálv lívbjargingarroyndin er í fýra pørtum, har er ein hallarpartur, ein venjingarpartur, ein bjargingarpartur og ein munnlig roynd. Skeiðið var væl skipað, og nú kunnu 15 svimjilærarar í Eysturskúlanum vísa á galdandi lívbjargingarprógv. Svimjilærararnir í Eysturskúlanum eru samdir um, at lívbjargingarroyndin hevur gjørt svimjiundirvísingina munandi tryggari. Skeiðið hevur serliga gjørt okkum varug við trygdarvandar í svimjihøllini, og um ólukkan skuldi hent, hvussu vit lívbjarga og fáa serkøna hjálp skjótt á staðið.
Skotbráið at skipa skeiðið og lívbjargingarroyndina fyri svimjilærarunum í Eysturskúlanum var nakað stutt, tað hevði við sær, at einstakir svimjilærarar ikki fingu møtt. Tað er harmiligt. Skeiðið gekk tó væl og var avgjørt gott fyri trygdina í svimjiundirvísingini í skúlanum. Eg vóni, at tað fer at eydnast Mentamálaráðnum og Svimjisambandi Føroya at skipa nøkur skeið í lívbjarging afturat í hesum skúlaárinum. Og so er tað mítt ynski, at tey fáa skipa skeiðini fyri komandi skúlaár áðrenn summarfrítíðina. Á tann hátt kann skeiðið roknast við í skúlaárið hjá skúlunum, og allir svimjilærararnir fáa møtt til lívbjargingarroyndina. Eg ynski Mentamálaráðnum og Svimjisambandi Føroya góða eydnu við arbeiðinum og vóni, at øll vísa lívbjargingarskeiðunum vælvild. Trygdini í svimjiundirvísingini at frama.
Meira um evnið:
Lívbjarging hjá Svimjisamband Føroya:
http://www.ssf.fo/livbjarging/
Lívbjargingarroyndin hjá Svimjisamband Føroya:
http://www.ssf.fo/livbjarging/livbjargararoyndin/
Svimjilærarar og lívbjargarar í Eysturskúlanum
http://www.ssf.fo/2016/12/16/eysturskulin-fyrsti-skuli-har-allir-svimjilaerarar-hava-livbjargingarprogv/
Námsætlan fyri ítrótt
http://namsaetlanir.net/itrottur
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan