Tíðindi/Greinar

05.03.2024

Trivnaður og undirvísing ganga hond í hond

Tað ber ikki til at arbeiða sum lærari og einans hugsa um tann undirvísingarliga partin. Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Í síðstu viku fekk eg spurningin, hvør høvuðsuppgávan hjá einum flokslærara er. Ein góður, viðkomandi spurningur. Hann er eisini torførur at svara, tí allar uppgávurnar hjá einum flokslærara eru týdningarmiklar. Men mest av øllum skal flokslærarin tryggja sær, at floksmentanin er góð. Fyri at fáa eina góða, mennandi og trygga floksmentan má tíð til. Tíð til at arbeiða við relatiónum og trivnaði. Relatiónum ímillum næmingarnar og ímillum næmingarnar og læraran.
Vit øll, sum eru flokslærarar, kenna hesa uppgávuna ofta sera avbjóðandi, tí tíðin, sum játtað er til flokslæraran, røkkur ikki til uppgávurnar allar. Vit skulu undirvísa og náa teimum málum, sum eru áløgd okkum.
Flokslæraraleikluturin er broyttur nógv seinastu árini, tað eru fleiri og fleiri uppgávur komnar aftrat tí, sum ein flokslærari skuldi taka sær av fyrr. Samfelagið er eisini broytt nógv upp á stutta tíð, og við tí fylgja nýggjar uppgávur.
Uppgávurnar eru, sum sagt, vorðnar fleiri, men tímarnir at røkja hesar uppgávurnar eru ikki hækkaðir samsvarandi. Í grunddeildini er ein tími lagdur aftrat tí, sum var. Tað er gleðiligt. Men allir flokslærarar hava tørv á meira tíð. Eisini teir, sum eru í mið- og hádeildini. Tíðin er týdningarmikil, og vit mugu fáa hana nú. Vit hava ikki ráð at bíða.

Tað er sjálvsagt ikki bara flokslærarin, sum skal arbeiða við trivnaði og relatiónum. Tað skulu allir lærarar. Allir lærarar, sum eru um næmingar, arbeiða alla tíð við trivnaði og relatiónum.

Ein góð relatión ímillum næming og lærara er drívmegin fyri motivatiónina hjá næminginum sjálvum. Tá næmingurin kennir stuðul og eggjan frá lærara sínum, fer næmingurin at stremba eftir at læra og náa settum málum og at seta sær nýggj mál. Tað er júst í hesum støðum, at vit flyta okkum mest og fáa mest burturúr. Næmingurin kennir góðu, tryggu relatiónina, og tískil vil næmingurin heldur imponera læraran enn at skuffa hann.

Tað ber ikki til at arbeiða sum lærari og einans hugsa um tann undirvísingarliga partin. Trivnaður og undirvísing ganga hond í hond. Um tú sum lærari ikki hevur brúkt tíð upp á trivnaðin í flokkinum, so fært tú ikki undirvíst. Tá røkka vit ikki teimum málum, sum vit hava sett okkum fyri og sum eru sett okkum.

Tað verður róð fram undir, at aðrir starvsbólkar kunnu arbeiða við trivnaðinum í skúlanum, so vit lærarar fáa frið at undirvísa. Hetta er púra ómøguligt. Vit arbeiða alla tíðina við trivnaði. Trivnaðararbeiðið fer fram alla tíðina. Í fríkorterum og ímeðan vit undirvísa. Vit lærarar eru útbúnir at undirvísa. Vit eru eisini útbúnir at taka okkum av børnunum og teimum ungu. At tryggja okkum, at tey hava tað gott í skúlanum. Tískil er ikki tørvur á at fáa aðrar starvsbólkar inn í skúlan at taka sær av hesum. Hetta megna vit sjálvi, tí vit hava góðar førleikar til hetta.

Trivnaður og undirvísing ganga, sum áður sagt, hond í hond. Tá næmingurin trívist, skapa vit eitt umhvørvi, har læringin blómar. Tá vit hava góðar, jaligar relatiónir við næmingarnar, fáa vit næmingar og flokkar, sum veruliga kýta seg og vilja fáa sum mest burturúr.
Tískil er tað avgerandi fyri lærarar at fáa stundir – tímar, umstøður og frið at arbeiða við hesum, so vit hava góðar umstøður at undirvísa og danna komandi ættarliðini.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni