Tíðindi/Greinar

24.09.2024

Trivnaðarbeiði og tvílæraraskipan

Tað eru ikki nóg góðar stundir til næmingasamrøður og annað, sum er ein stórur partur av trivnaðararbeiðinum. Eisini krevur trivnaðararbeiðið, at lærarar hava góðar møguleikar at samstarva. Jona Højasted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

13. septembur tosaði Katrin av Kák, námslektari og sálarfrøðingur, við útvarpið um trivnaðarkanningina, sum varð gjørd í fjør. Eisini vísir Tóra Petersen, trivnaðarráðgevi, á týdningin av, at vit taka slíkar kanningar í álvara. Tað hevur stóran týdning fyri allar lærarar at næmingunum, ið teir varða av, trívast væl, bæði sum heild, og tá teir eru í skúla.

Tað er ørkymlandi, at talið av næmingum, ið kenna seg happaðan, økist. Men, sum Tóra Petersen vísir á, so er tørvur á betri greiningum av trupulleikanum. Vit vita, at alt fleiri næmingar hava trupult við at koma í skúla, og at næmingar oftari kenna seg einsamallar. Tað hevur so ómetaliga stóran týdning, at vit miðvíst arbeiða við trivnaði, soleiðis at øll eiga at kenna seg væl, og at øll kenna seg at hoyra til.

Aftan á vánalig PISA-úrslit broyttist skúladagurin munandi hjá bæði lærarum og næmingum. Undirvísingartímatalið øktist munandi í teimum lærugreinunum, har mett var, at úrslitini vóru ov ring. Tímatalið hjá næmingunum í innskúlingini øktist heilt nógv, samstundis sum broytingar eisini vóru í lærugreinabýti og undirvísingartímatalinum hjá næmingunum í mið- og hádeild.

Samstundis sum nógv hevur verið gjørt fyri at bøta fakligu menningina hjá næmingunum í samband við PISA-royndirnar, so er skúlin samstundis skerdur í tí, sum ikki er tímaundirvísing. Eitt nú eru tiltøk saman við næmingum og setursskúlin skerd. Tað eru fleiri bókfakligir tímar, ímeðan handaligu fakini ikki eru broytt tað stóra.

Fyri næmingar, ið ikki eru bókliga sterkir, kennist skúladagurin einsháttaður. Hesir næmingar hava alt ov lítið av tíð til tað, teimum dámar best, og har teir hava kensluna av at hepnast. Hetta ávirkar alla skúlagongdina. Tað er mangan óhugaligt at arbeiða nógv og leingi við tí, sum vit ikki megna.

Samstundis sum nógvir næmingar eru í flestu flokkunum, er undirvísingartímatalið hjá lærarunum høgt, samanborið við í hinum Norðurlondunum. Hetta ávirkar trivnaðararbeiðið hjá læraranum. Tað eru ikki nóg góðar stundir til næmingasamrøður og annað, sum er ein stórur partur av trivnaðararbeiðinum. Eisini krevur trivnaðararbeiðið, at lærarar hava góðar møguleikar at samstarva.

Vónandi fer tvílæraraskipanin at virka væl, soleiðis at tá tveir lærarar eru um flokkin, verður trivnaðararbeiðið bæði lættari og munabetri. Tað hevur týdning fyri okkum øll, at vit trívast í tí, sum vit gera.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni