Tíðindi/Greinar

26.07.2022

Toymisarbeiði styrkir skúlan

Tað kann taka tíð at fáa røttu vegleiðingina, eftir at skúlagongdin er byrjað, og tí eru ráðleggingardagarnir gyltur møguleiki hjá toymum ella lærarum at samstarva við lærara við servitan. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Seinastu árini eru lærarar farnir at samstarva meiri, enn teir gjørdu fyrr. Ein orsøk til styrkta samstarvið er toymisarbeiðið, eitt nú flokstoymið, árgangstoymið, lærugreinatoymið og onnur toymi, sum verða skipað av leiðslunum. Hetta ger, at samstarv millum lærarar gerst ein partur at gerandisdegnum.

Tá ið skúlaárið endar, og eitt nýtt skúlaár tekur við, eru ofta broytingar í ymsu flokkunum og hjá fleiri lærarum. Flokkar kunnu skifta læraratoymi, faklærara, flokslærara, ella kanska legst onkur lærari aftrat toyminum. Tað er ikki óvanligt, at flokkar skifta lærarar, tá tey fara úr eini deild í aðra. Samstarv og ráðlegging hjá lærarum hevur tá stóra ávirkan á, hvussu hetta skiftið hepnast.

Tá ið ”nýggjur” lærari fer at undirvísa í einum flokki, er tað avgerandi, at hann veit, hvussu næmingarnir eru vanir at arbeiða. Eru næmingarnir ikki vanir at arbeiða við tí háttalagi, lærarin leggur fyri dagin, kann tað tykjast ørkymlandi bæði hjá næmingum og lærara. Lærarin kann hava væntan um, at næmingarnir kenna til háttalagið, samstundis sum tað ørkymlar næmingarnar at skula arbeiða heilt øðrvísi, enn teir eru vanir. Hetta merkir ikki, at næmingar eiga at arbeiða á sama hátt alla skúlatíðina, men tað lættir munandi um tilgongdina hjá bæði næmingum og lærara, um báðir partar eru greiðir um hetta, tá ið arbeitt verður við onkrum ókendum.

Broytti arbeiðshátturin í skúlunum ger, at arbeiðið verður skipað í toymum. Viðhvørt í vanliga toyminum, aðrar tíðir í toymi saman við serlærarum, onkuntíð kemur nýggjur lærari inn í toymið, og onkuntíð millum faklærarar, ið sleppa flokkum ella fáa ”nýggjar” flokkar. Tað lættir munandi um fyrireikingina av undirvísingini í einstøku fakunum/flokkunum, um lærarin veit, hvørjum tilfari næmingarnir hava arbeitt við, og hvussu teir eru vanir at arbeiða í einstøku fakunum.

Seinastu árini hava lærarar havt ráðleggingardagar, tá ið næmingarnir eru farnir í summarfrí. Í skúlunum arbeiða lærarar við servitan – tað veri seg í støddførði, lesing, serligum tørvi, AKT og annað. Hóast lærarar eru dugnaligir sum heild, so kann tað henda seg, at tørvur er á íblástri ella vegleiðing frá onkrum, ið hevur servitan á onkrum ávísum øki. Tað kann taka tíð at fáa røttu vegleiðingina/hjálpina, eftir at skúlagongdin er byrjað, og tí eru ráðleggingardagarnir gyltur møguleiki hjá toymum ella lærarum at samstarva við lærara við servitan. Hesir dagarnir kunnu betra munandi um góðskuna av ráðleggingini. Verða dagarnir brúktir skynsamt, og verður arbeiðið væl skipað, so er eingin ivi um, at vit fáa ein betri skúla við væl skipaðum toymisarbeiði.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni