Tíðindi/Greinar

21.05.2024

Tilboðini mugu snikkast saman, so at luttakararnir kunnu gjøgnumføra tey

Eftirútbúgvingin eigur at vera á einum realistiskum støði, í mun til gerandisdagin hjá lærarum annars, fyri at kunnu gjøgnumførast. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.

At heilt fitt av lærarum vilja, og hava mót uppá, at førleikamenna seg, er sjálvsagt at fegnast um. Tað er eisini neyðugt, um vit framhaldandi skulu hava ein skúla á góðum, ella bara nøktandi støði, tí bæði skúli og samfelagið sum heild broytast bara skjótari, sum tíðin gongur. Eftirútbúgningin er við til at dagføra og menna skúlan. Spurningurin er bara, hvussu hon verður skipað.

Evnið er annars ikki nakað nýtt. Men umstøðurnar og skipanirnar annars hava verið sera ymiskar gjøgnum árini. Áðrenn kreppuna í 90-unum var eitt nú gjørligt hjá lærarum at fara ársskeið ofta uttalands fyri veruliga at førleikamenna seg og møguliga eisini at fylla tey mentalu battaríini. Nógv tóku av tí tilboðnum. Tað verður helst seinur dagur, til tað gerst møguligt aftur.

Í dag er støðan øðrvísi við nógvum stuttum skeiðum og nøkrum longri útbúgvingum. Barna- og útbúgvingarmálaráðið arbeiðir eisini í løtuni við at dagføra alla skipanina, sum hon er.

Nám hevur í nógv ár skipað fyri ein- ella tvey daga-skeiðum serliga fyri fólkaskúlan, men eisini fyri miðnám. Skeiðini hava verið rímiliga væl vitjað, men avmarkað er sjálvsagt, hvussu nógv kemur burtur úr so stuttum skeiði, og tí hevur úrtøkan helst verið misjøvn. Ynskiligt kundi verið at havt eitt nú vikuskeið í staðin fyri dagskeið. Serliga í teimum kreativu/musisku fakunum hevði tað komið væl við, vildi eg hildið.

Øll skipanin er sum sagt til viðgerðar. Viðvíkjandi longri skeiðum hevur Námsvísindadeildin víst á, hvussu ein møgulig modulskipan fyri longru útbúgvingarnar kundi sæð út. Útgangsstøðið er at leggja til rættis eina framhaldandi samanhangandi modulskipan fyri allar longri útbúgvingar. Hetta kundi verið ein fimm ára ætlan, har lærarar hava møguleika at leggja sær eina útbúgving til rættis. Talan er um felags modul fyri fleiri útbúgvingar og serstøk modul fyri einstøku útbúgvingina.

Yvirskipað er at siga, at tað altíð er gott, at roynt verður at dagføra og betra um skipanir. Men sum kunnugt er vandi í hvørjari vælferð. Tilboðini mugu snikkast saman, so at luttakararnir kunnu gjøgnumføra tey. Tað vil siga, at lærarar mugu kunnu halda fram við sínum lærarayrki og lívinum annars so vítt gjørligt, samstundis sum teir útbúgva seg. Tað veri seg bæði praktiskt og ikki minst fíggjarliga.

Í hesum skúlaárinum hevur Setrið boðið tvey skeið út í modulum. Annað í smíð og hitt í sernámsfrøði. Avgjørt góð skeið, veit eg, tí gekk sjálvur á smíðskeiðnum. Hitt skeiðið, har á leið 25 ganga, fær eisini góð skoðsmál. Men skeiðini mugu kunna gjøgnumførast eisini praktiskt og fíggjarliga.

Trupulleikin við smíðskeiðnum var, at tað lá 4 fullar vikur spjatt út á árið. Hetta órógvar nógv lærarastarvið annars hjá luttakarunum, og helst tí vóru bara 4 luttakarar fyrsta modul, og datt tað síðani burtur. Spell, men ikki óvæntað. Betri hevði verið ein til tveir fastir dagar regluliga gjøgnum árið.

Skeiðið í sernámi hevur ligið triðja hvønn hósdag kl. 12.30-16.00, so at lærarar m.a. kundu undirvísa um morgunin sama dag. Men hetta hevur verið stak trupult hjá fleiri viðvíkjandi flutningi til og frá. Tí er upp á tal, at til næsta modul verður undirvíst um morgunin. Men hetta fer at gera, at luttakararnir fara at missa løn tann dagin, tí teir fáa ikki undirvíst. Skeiðið er sum skilst krevjandi, og nógv fyrireiking er eisini heima. Tað vil siga, at nógv meira orka skal til og minni løn. Tað er alt annað enn nøktandi og motiverandi. Her má onkur fíggjarlig loysn finnast.    

Viðvíkjandi stuttu skeiðunum á Námi er skipanin tann, at Nám ber allan kostnaðin av skeiðsluttøkuni, t.e. hølum, mati, útgerð og undirvísing. Skúlarnir (Undirvísingarstýrið) gjalda útreiðslurnar fyri mista arbeiðstíð hjá luttakara. Vanligt er, at skúlar loyva lærarum at brúka tveir dagar ella so um árið til skeið. Møguliga er hetta ein gongd leið til tey størru og nógv meira krevjandi skeiðini eisini.

Sum sagt má eftirútbúgvingin vera á einum realistiskum støði í mun til gerandisdagin hjá lærarum annars. Tí annars kann tað gerast ov møtimikið at gjøgnumføra.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni