Tíðindi/Greinar
16.07.2018
Tey 17 heimsmálini hjá Sameindu Tjóðum verða karmur um læraradagin hjá fólkaskúlanum í viku 45 í heyst. Høvuðsorðingin fyri ST-heimsmálini er burðardygg menning. ST vísa á 17 mál, sum fyri ár 2030 kunnu skapa ein betri heim. Altjóða átakið byrjaði í 2015.
Síðan skúlaárið 2013-14 hava allir lærarar havt skeið í KT, fakligari lesing, happing/trivnaði, floksleiðslu og framtíðarskúlanum. Øll hesi evni hava givið innlit og fingið okkum at sæð hesi viðurskifti við øðrum sjóneykum. Hesum skulu MMR og Nám hava rós fyri.
Læraradagurin verður býttir í tvey soleiðis, at helvtin av lærarunum hittast annan dagin og hin helvtin dagin eftir. Hetta er eitt kærkomið høvi at hitta aðrar lærarar í fakligum høpi, og tá kemur vanliga nógv burturúr bæði fakliga og sosialt.
Eftirbátar á summum økjum
Samfelagsfrøðingurin og nýggi ritstjórin á Námi, Sámal Matras Kristiansen, sigur í grein í seinasta Skúlablaðnum, at tað er nógv viðvíkjandi burðardygd, sum Føroyar mugu standa til svars fyri. Hann nevnir m.a., at tað framvegis eru øki, ið hava verið lágt raðfest av myndugleikum, granskarum og undirvísingarverkinum.
Sámal rakar seymin beint á høvdið, tí hóast vit sanniliga eru byrjað at hugsa burðardygt á vinnuliga- og umhvørvisøkinum, so eru ikki greiðar mannagongdir serliga sjónligar á t.d. framleiðsleiðslu- og nýtsluøkinum. Og hvussu við lívinum á landi?
Og hvussu við góðsku á útbúgvingum, har tað m.a. tykist sum um, at Læraraskúlin er niðurraðfestur, síðan skúlin fór undir Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum?
Heimsmálini sum undirvísingartilfar
Viðvíkjandi burðardygd í undirvísingarhøpi, kunnu vit hugsavna okkum eitt nú um umhvørvisvernd, endurnýtslu og eisini ferðavinnu, sum sanniliga kann geva næmingunum og undirvísingini ein øðrvísi vinkul.
Tað er sera viðkomandi at varpa ljós á heimsmálini, og tí er tað gleðiligt, at læraradagarnir hava heimsmálini sum høvuðsevni.
Heimsmálini eru á hesum undirvísingarsíðum hjá Snar: http://snar.fo/heimsmal/.
Gevandi læraradagar
Íblástur er neyðugur, og eisini er umráðandi, at lærarar hittast fyri at læra og fyri at deila sína vitan. Havi nærum bert hoyrt jaligar viðmerkingar um læraradagarnar. Serliga var dagurin í fjør áhugaverdur, har vit fingu innlit og hugskot um framtíðarskúlan, møguleikarnar og avbjóðingarnar. Dagurin var væl fyriskipaður, og flestu lærarar fingu nógvan íblástur og vitan við sær heim.
Vit gleða okkum til komandi læraradagarnar í heyst, har ljós verður varpað á okkara tilverugrundarlag og framtíð sum heimsins borgarar.